Home Fólk & Samfelag Spennandi temablað um fisk og sjóvinnu

Spennandi temablað um fisk og sjóvinnu

by OML

Fjórða útgáva av kunningar- og kjakblaðnum Sjógvur & Fólk er prentað og løgd út á internetið. Blaðið inniheldur eitt stórt tema um fiskivinnuskipan við fleiri greinum um evnið, frá diskussiónum fyri og ímóti lykla hugtøkum og elementum í uppskotum sum hava verið frammi, til ein spennandi søguligan samandrátt um vald kring fiskivinnupolitikk, íroknað hvussu frásøgnin, diskursurin, hevur flutt seg gjøgnum árini, og hvussu talan ikki sjáldan hevur verið, og framvegis er, um politiskt maktspæl og royndir at kanna sær so stórar bitar sum møguligt av tí fæi og peningi sum streymar gjøgnum Føroyar. 

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Umframt eina analysu av hesum eftir Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðing, greiðir m.a. Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur frá hvussu uppboðssøla av fiskirættindum vísir seg at fáa fyritøkur í fiskivinnuni til at brúka ov nógvar pengar upp á at tryggja sær hesi rættindi, og soleiðis gera av við tann vinning sum tær annars mugu hava fyri at kunna standa seg og mennast. 

Tórheðin Jensen á Varðanum greiðir frá hvussu nógv ið krevst av kapitali fyri at reka og menna uppsjóvarvinnu; Bjarni Arnason frá NUMO gjøgnumgongur fyrimundir og vansar við ymiskum skipanum fyri fiskivinnuna; Føroya Reiðarafelag leggur fram síni sjónarmið, og mangt afturat—ikki minst ein áhugaverd samrøða er við vestmenningin Eyðun Hansen um hansara royndir og eygleiðingar kring botnfiskin undir Føroyum.

Harafturat er eitt tema um útlendskan kapital í vinnuni, við m.a. samrøðum við hollendingar um teirra samstarv við føroyingar. Har framgongur eitt nú at hollendingar vístu vegin í Føroyum hvat viðvíkur uppsjóvarvinnu á landi. Anfinn Olsen frá Framherja vísir á at væl skipað samstarv millum føroyskar og útlendskar fyritøkur í fiskivinnuni hevur við sær fleiri fyrimunir enn vansar, og trolvirkið Vónin er umtalað í tveimum greinum.

Eisini eru reportagur frá vinnuni ymsastaðni kring landið, herundir frásagnir um ta hendingaríku flutnings- og goymsluvinnuna. 

Hvat viðvíkur sjóvinnu í breiðari merking, vísir stjórin á Sjóvinnu­stýrinum, Hans Johannes á Brúgv, á at sera stórir møguleikar liggja í handilsskipavinnuni. “Kanska hugsa vit ov smátt,” sigur hann í samrøðu inni í blaðnum. “Tað vísir seg ofta at vera striltið at hava annað enn fisk í huganum í sambandi við vinnuligt virksemi á sjónum. Kortini er tað greitt at fiskivinnan hevur sínar avmarkingar tá ið tað snýr seg um vøkstur. Tí er tað natúrligt fyri okkum at fara meira miðvíst inn í altjóða handilsskipavinnu—har eru stórir møguleikar innan farmasigling og alskyns onnur sløg av shippingvinnu.” 

Ein onnur søga í blaðnum er um at Heilsutrygd framvegis blokkerar fyri at útisiglarar fáa endurgjald fyri dupult goldna sosialtrygging, hóast Kærustovnurin hevur givið Dánjal Jákup Meinertsson rætt í at hann ikki hevur skyldu til at rinda dupult. “Hatta tykist at vera ein syrgilig søga um út av lagi vána­liga fyrisiting,” viðmerkti Eyðfinnur Jac­ob­sen, advo­kat­ur, tá Sjógvur & Fólk tók málið um kær­una hjá Dánjali Jákup Meinertsson upp fyri einum ári síðani. Men er nakað nýtt síðani síðst, verður spurt. “Ikki eitt orð,” svar­ar Dánjal Jákup Meinertsson. “Heilsu­trygd er farið púrasta í svart.”

Blaðstjóri er Búi Tyril.

Leinki til online útgávuna av blaðnum: https://issuu.com/buityril7/docs/sf-04_lores_sp

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.