Toymið í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum ABC fyri sálarliga heilsu savnaðist fyri aðru ferð mikudagin t. 15. november, tá eini 40 fólk vóru samlaði.

Tað er fantastiskt at síggja, hvussu allir samstarvsfelagarnir taka verkætlanina til sín. Samstarvsdagarnir í september og nú hava víst, hvussu stovnar, kommunur og feløg hóast stóran ymisleika, kunnu síggja alskyns møguleikar fyri at samstarva, bæði í mun til ymiskt virksemi og øki í landinum og við hesum samstarvinum skapa góðar karmar fyri ABC virksemi. Øll koma við hvør sínum royndum, hugskotum og tilfeingi, og er hetta við til at menna verkætlanina.

Útlitini fyri at ABC virksemi fer at spretta eru góð við hesum fantastiska og breiða hópi. Tað merkist at samstarvsfelagarnir eru hugbundnir í verkætlanini, og at teir meta at hetta er ein týdningarmikil uppgáva, ið vit vilja arbeiða við í felag, tí sálarlig heilsa viðvíkur okkum øllum, uttan mun til um vit eru sálarliga væl fyri ella ikki. Hetta merkir, samstarvsfelagnir fara at gera sítt til, at tað verður lættari hjá tí einstaka at gerast partur av einum felagsskapi, og styrkja sína sálarligu heilsu.

Meir kunning um ABC fyri sálarliga heilsu her

Yvirlit yvir samstarvsfelagar her