Home Tíðindir Poul Michelsen og Nicola Sturgeon samd um samstarv

Poul Michelsen og Nicola Sturgeon samd um samstarv

by OML

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur á fundi í morgun hitt skotska fyrstaráðharran Nicola Sturgeon.

Sturgeon hevði boðið Poul Michelsen til Edinburgh at taka lut á ráðsevnuni Arctic Circle Forum, sum er í býnum í dag og í morgin. Á fundinum fyrrapartin umrøddu tey bæði møguleikarnar fyri øktum samstarvi millum Skotland og Føroyar – serliga á handils- og fiskivinnuøkinum.

Nicola Sturgeon segði, at nú Bretland er á veg úr ES, leitar Skotland eftir nýggjum samstarvsmøguleikum. Sum næstu grannar Skotlands, eru Føroyar serstakliga áhugaverdar.

“Sturgeon og eg vóru á einum máli um, at vinnuligu og mentanarligu bondini ímillum Føroyar og Skotland eiga at styrkjast. Vit hava nógv at læra hvør av øðrum,” sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.

“Fyrstiráðharrin vísti stóran áhuga fyri stjóranarskipanini og føroyskum uttanríkisviðurskiftum. Tað er mín greiða fatan, at skotar nýta Føroyar sum fyrimynd á fleiri økjum.”

Poul Michelsen vísti millum annað á nýggju samstarvsavtaluna millum Grønland, Ísland og Føroyar, sum einar dyr fyri formligum samstarvi við Skotland í mun til Brexit.

Undan fundinum var Poul Michelsen við til at seta sjálva ráðstevnuna. Í røðu síni vísti hann á, at londini í Norðuratlantshavi eiga at standa saman um avbjóðingarnar, sum veðurlagsbroytingar bera í sær fyri Arktis.

“Eg eri sannførdur um, at vit í Arktis eiga at ganga á odda við at vísa, hvussu okkara felags avbjóðingar við frástøðu, veðurlagsbroytingar og fólkasamanseting ikki eru trupulleikar. Tað eru møguleikar fyri nýhugsan og burðardyggari menning,” segði Poul Michelsen.

Øll røðan kann lesast her.

Eftir røðuna, tók landsstýrismaðurin lut í einum pallborðskjaki við Nicola Sturgeon, fyrrverandi íslendska forsetan Ólavi Ragnari Grímsson og íslendska uttanríkisráðharranum Guðlaugi Tór Tórðarsyni.

Eftir røðuna, tók landsstýrismaðurin lut í einum pallborðskjaki við Nicola Sturgeon, fyrrverandi íslendska forsetan Ólavi Ragnari Grímsson og íslendska uttanríkisráðharranum Guðlaugi Tór Tórðarsyni.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.