Home VinnutíðindiAlivinna Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 252 milliónir fyri triðja ársfjórðing 2017

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 252 milliónir fyri triðja ársfjórðing 2017

by OML

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2017 var 252 milliónir krónur saman­borið við 255 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Hóast laksaprísurin lækkaði í ársfjórðinginum, hevði Bakkafrost eitt nøktandi úrslit. Spotprísurin á laksi í triðja ársfjórðingi í ár var munandi lægri enn í triðja ársfjórðingi í fjør. Vit meta, at útlitini á laksamarknaðinum eru hampilig, tó verður prísurin helst lægri framyvir. Tænastuskipið M/S Róland, byrjaði virksemi í hesum ársfjórðingi, og er felagið nú væl fyri at halda lúsini burtur við góðum loysnum. Liðugvøruframleiðslan, sum hevði byrjanartrupulleikar fyrra hálvár í ár, gjørdi hugalig framstig í hesum ársfjórðinginum.

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 217 milliónir krónur samanborið við 294 milliónir krónur triðja árs­fjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 4 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 47 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 79 milliónir krónur samanborið við 62 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 356 milliónir krónur við endan av triðja ársfjórðingi 2017, og felagið hevði 933 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 68% við endan av triðja ársfjórðingi 2017.

ÚTLIT

Marknaðurin

Laksaprísurin hevur verið á methøgum støði síðani 2016, men sum væntað lækkaði laksaprísurin í triðja ársfjórðingi, tí útboðið av laksi øktist. Seinastu greiningarnar hjá Kontali Analyse meta, at útboðið av laksi økist við 2% í 2017 og 7-8% í 2018 samanborið við eina lækking á 6% í 2016.

Aling

Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini.

Talið av lús hevur kravt meiri orku í triðja ársfjórðingi í ár enn í fjør. Hetta hevur viðført lækking í vøkstri, sum mest sannlíkt fer at útseta nakað av tøkunøgd frá fjórða ársfjórðingi 2017 til fyrsta árs­fjórðing 2018. Bakkafrost miðar eftir ikki at brúka kemisk evni í viðgerð móti laksalús.

Bakkafrost hevur nú tvey tænastuskip, M/S Martin og M/S Róland, sum brúka flógvan sjógv til viðgerð móti laksalús. Harafturat kann M/S Hans á Bakka, sum hevur flutning av livandi laksi til tøku sum høvuðsuppgávu, brúkast til at viðgera móti laksalús við feskum vatni. Bakkafrost ætlar at økja nýtsluna av rognkelsum í alibrúkunum í 2018.

Í triðja ársfjórðingi 2017 minkaði talið av kynsbúnum laksalús niður í 0,39 í miðal fyri allar teljingar samanborið við 0,62 sama tíðarskeið sama tíðarskeið í 2016. Samstundis vóru 70% av viðgerðunum uttan kemisk evni í triðja ársfjórðingi 2017 í mun til 15% sama tíðarskeið 2016.

Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum, men lívfrøðiligi váðin er størsti váðin hjá Bakkafrost. Staðfestingin av ILA á aliøkinum Hvannasund Norður vísir týdningin av eini góðari aliskipan, har sjúku­fyribyrging og tilbúgving verða raðfestar sera høgt. Tøkan av fiskinum á Hvannasundi Norður var liðug 12. apríl 2017, og økið hevur verið í hvíldarskeiði í 6 mánaðir. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2017 er hækkað við 1.000 tonsum, úr 53.500 til 54.500 tons av laksi í kruvdari vekt. Bakkafrost væntar at taka 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2018.

Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2017 verður væntandi um 10,5 milliónir smolt samanborið við 11,7 milliónir smolt í 2016 og 11,3 milliónir smolt í 2015. Bakkafrost væntar at seta 13,0 milliónir smolt út í 2018.

Byggingin av smoltstøðini á Strond, Klaksvík, gongur eftir ætlan. Smoltstøðin byrjar eftir ætlan virksemi í 2018 og framleiðir við fullari orku í 2020. Íløgurnar í at framleiða størri smolt fara líðandi at hava við sær, at framleiðslutíðin í sjónum styttist. Væntandi fer hetta at lækka lívfrøðiliga váðan og økja um orkuna. Framleiðsluorkan frá hesum íløgunum væntast at koma so líðandi til sjóndar fram til 2021.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 53% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2017 og er í løtuni í ferð við at gera nýggjar avtalur fyri 2018.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan í 2018 verður á sama støði sum í 2017.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 80.000 tons í 2017, sum er ein lækking á 5.000 tons í mun til metingar áður. Orsøkin til lækkingina er lækkingin í gróðrinum í triðja ársfjórðingi, nevnt undir alingini. Fóðursølan í 2018 verður mett til 85.000 tons.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so fram­tíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.

Bakkafrost er farið undir at dagføra kryvjivirksemið í Vági í Suðuroy. Íløgukostnaðurin verður mettur til áleið 40 milliónir krónur.

Bakkafrost ætlar at økja um virðið á innvøli og øllum avskurði frá laksinum, sum kemur frá framleiðsl­uni. Bakkafrost ger tí íløgur í eina nýggja laksamjøl- og lýsiframleiðslu á Havsbrún í Fuglafirði, sum væntandi kann byrja framleiðslu í byrjanini av 2018. Endamálið er at geva eitt íkast til raksturin og at tryggja enn burðardyggari framleiðslu.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møg­uleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og atgongdin til altjóða fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felag­sins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.