Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við august 2017. Í august vóru 26.146 løntakarar tilsamans, árstíðarjavnað. Hetta eru 704 fleiri í mun til august í fjør.

 Trendurin (t.v.s. rákið í langtíðargongdini, sí mynd) í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014. Tíðarrøðin av løntakarum gongur aftur til 1985.

(trýst á myndina, so hon gerst størri)

Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.