Onkur vaknaður ?

Nakrir tjóðveldishøvdingar í Norðurøkinum eru nú loksins í 12. tíma vaknaðir við kaldan dreym eftir óteljandi útpurringar, ávaringar og varskó. Mánakvøldið vóru teir í Dagur og Viku og átalaðu  fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni og tóku frástøðu frá tí. Hesir hava loksins funnið útav nøkrum, sum vit í Fólkaflokkinum hava ávarða ímóti.  Enntá segði borgarstjórin á Eiði, at hann føldi tað næstan  sum eina skomm at vera tjóðveldismaður.

Tað tykist  tó sum, at heldur ikki henda útpurringin í 12. tíma fær  ovasta høvdingan at vakna úr síni  dreymaverð. Hann koyrir víðari við skýklaffum fyri.

Ófatiligar avleiðingar 

Øll okkara høvuðsvinna, fakfeløg, smiðjur o.a. við tilknýti til fiskivinnuna hava rópt varskó um ætlanirnar hjá landstýrinum. Landsstýrið er í ferð við at knúsa vinnuna í norðurøkinum, fyri at onnur skulu sleppa framat fólksins ogn.   Higartil hevur tó ongin áhugi verið hjá øðrum at koma framat. Við fyriliggjandi uppskoti verður heldur ongin áhugi í framtíðini. Kanska onkur spekulantur við skjótt vunnum peningi fyri eyga.

JFK hevur verið alment úti og upplýst, at fiskivinnuppskotið hjá landstýrismanninum kemur at merkja 400 færri arbeiðspláss bara  hjá teimum.  Aftrat hesum 400  koma so fleiri arbeiðspláss í avleiddum vinnum við tilknýti til skip, bátar og virkir. Tey arbeiðsplássini eru ikki so fá. Við øðrum orðum verður fiskivinnuppskotið ein katastrofa fyri Klaksvik. Tað fer at raka nógv heim. Heim, sum sosialistarnir  siga seg umboða.

Vit tosa um  útvið 10% av øllum fólkatalinum í Norðoyggjum. Um vit flyta hetta yvir á alt landið, vildið tað svara til uml. 5.000 arbeiðspláss. Hvat hevði hent við Føroyum, um 5.000 arbeiðspláss blivu burtur. Tað hendið í kreppuni í 90-unum við óbótaligum skaða fyri landið.

10% av fólkatalinum er óforkláriligt. Samanbera vit við Eysturoynna, so vildu bæði Bakkafrost og Faroe Origon stongt og sent alt fólkið til hús. Hugsa vit somu avleiðing fyri alt landið, so høvdu 5.000 føroyingar mist arbeiðið. Í dag eru nærum 10.000 í almennum starvi. Vit kunnu ímynda okkum skilið,  um Høgni Hoydal legði uppskot fram, sum hevði við sær,  at annar hvør í almennum starvi misti  arbeiðið 1. januar.

Kann lítið ætla ramaskríggi og ágangin, sum tá hevði verið á Høgna Hoydal og landdstýrið. KVF hevði sent kreppusending í døgndrift.

Er hetta rættvísið, sum lovað bleiv áðrenn valið  ?

Landstýrismaður Høgni Hoydal segði í Dagur og Viku, at fyriliggjandi  politikkur var tað, sum Tjóðveldi  fór til val uppá. Fáur norðanfjørs mundi tó gruna, at úrslitið av politisku dagsskránni hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldi fór at merkja miss av hundraðtals  arbeiðsplássum í  Klaksvík.

Tað mest syndarliga og óskiljandi av øllum er, at landspolitikarnir í samgonguni  úr Klaksvík bakka upp um uppskotið og verja tað.  Teir  siga, at alt  skal nokk  blíva gott. Tað virkar, sum um  tey saman við landstýrismanninum eru betrivitandi.  Vinnan og fólkið her duga ikki  á at skyna, hvat er gott fyri tey.

Bjargingarmaðurin.  

Sum rosinan í pylsuendanum hevur  okkara borgarstjóri bjargað samgonguni tvær ferðir  innanfyri  ein mánaða.  Uttan hansara stuðul, so var mest  sannlíkt ongin samgonga í dag, tí Sonja Jógvansdóttir stuðlaði ikki samgonguni í fíggarlógini og heldur ikki í pensjónsreforminum. Her kom Jógvan Skorheim inn sum bjargingarmaður.

Var samgongan dottin av í svinginum, so stóðu vit ikki í hesi kreppustøðuni, har øll vinnan stendur bivandi og bíðar eftir hvat fer at henda.   Hann  hevur hjálpt  sosialistisku samgonguni tvørtur um tveir avgerandi stoppprøvar. Tað er heilt ófatiligt, at borgarstjórin í fiskivinnubýnum Klaksvík er stuðul hjá eini samgongu, hvørs politikkur hevur við sær, at býurin kemur at missa hundraðtals arbeiðspláss. Mest sannlíkt er, at Sonja Jógvansdóttir fer at hjálpa samgonguni við triðja stoppprøvanum, sum er fiskivinnuuppskotið.

Tillagingar

Fólkaflokkurin er til at tosa við um tillagingar/justeringar í fiskivinnuni, men gongur ikki inn fyri hesi kollveltingini hjá samgonguni av okkara høvuðsvinnu.    Tað at loyvini  ganga út pr. 1. Jan. 2018 er ikki einstýðandi við eina kollvelting. Tjóðveldi brúkar bara hetta søguliga høvið til at kollrenna okkara høvuðsvinnu.

Køva vinnuligt fyritaksemi  

Hendan samgongan  byggir ikki landið og  hevur fleiri ferðir víst, at hon megnar ikki uppgávurnar. Tað verður svangligt og kaldligt,  tá hon hevur køvt allan hug til vinnu, tí ongin skal tjena pengar. Alt skal í stóra kassa til umfordeiling. Tá verður fátæksligt hjá Aksel, Høgna og Poul at spæla jólamenn og hjá restini at spæla fittar jólanissur.  Tá verður neyvan ráð til útdeiling av sangbókum til nýføðingar.   Tá fara vit aftur at síggja fólkafráflyting og tjóðveldi kann skjóta ein hvítan píl eftir loysingini og borgarstjórin kann skjóta ein hvítan píl eftir vakstrarpakkanum hjá sær.

Sambandsflokkurin kann í hesum hurlivasanum  gleða seg yvir, at so leingi henda samgongan situr, verður onki fullveldi.