Home Tíðindir Banahøggið fyri útróðurin vestanfyri

Banahøggið fyri útróðurin vestanfyri

by OML

Høgni Hoydal hevur sent kunngerð til hoyringar, ein kunngerð, sum tekur lívið av útróðrinum í Vágum og Sandoynni.

Í vár stóð í viðmerkingunum til eitt lógaruppskot, at landsstýrismaðurin ætlaði at friða alt Vágahavið. Upp á fyrispurning, segði landsstýrismaðurin, at eg hevði misskilt hann. Men nú er kunngerðin um sama sent til hoyringar, ein kunngerð sum friðar alt Vágahavið um várið.

Útróður er ikki serliga lønandi, men enn eru nakrir sum royna. Várróðurin áVágahavinum er umleið helvtin av ársinntøkuni. Útróðrarmenn í Vágum og í Sandoynni havi í áratíggju havt hetta økið til at bjarga inntøkuna fyri árið.

Nú vil landsstýrismaðurin taka hendan møguleikan burtur. Snella og sjálvt pilkur verður bannað í bestu fiskitíð.

Áhugavert er, at landsstýrismaðurin samstundis vil opnað eitt økið norðanfyri.

Vóni, at samgongufólk kunnu steðga landsstýrismanninum í hesi ætlan. Verður kunngerðin lýst, so er útróður í Vágum og Sandoynni søga.

Jørgen Niclasen, tingmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.