Home Heim & Frítíð Gerandishetjan 2017

Gerandishetjan 2017

by OML

23 uppskot komu inn, at vinna heiðurin gerandishetjan 2017. Tað var torført at velja, men eftir drúgvar samráðingar í dómsnevndini, var Høgni Kunoy Dávason valdur at fáa heiðurin Gerandishetjan 2017.

Grundgevingarnar vóru hesar:

Hann hevur hóast stórar avbjóðingar og ungan aldur saman við sínum foreldrum tikið stig til at seta nýggja ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul.

“…sjúkan hjá Høgna hevur havt við sær, at vit onnur venja saman við honum og fáa harvið betri likamliga og sálarliga heilsu. Tey hava lagt sál og orku í at venjingar eru (…) nærum árið runt.”

Vit meta, at Høgni við sínari familju hevur, hóast likamligar avbjóðingar, megnað at gjørt nakað ófatuliga stórt innan heilsufremjan fyri seg sjálvan og onnur.

Høgni er í Danmark til kapping – pápi hansara Dávur Kunoy tók ímóti heiðrinum í Norðurlandahúsinum.

 


Eg vil frá 24.fo ynskja Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Bestu heilsanir

24.fo

Óli

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.