Home Fólk & SamfelagPolitikkur Álit framum skráseting – krav um mál- og avrikssáttmálar slept

Álit framum skráseting – krav um mál- og avrikssáttmálar slept

by OML

Nú sleppa stovnar undan at gera formligar mál- og avriksáttmálar. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur nú dagført roknskaparkunngerðina hjá stovnum landsins. Staðfestast má, at kravið um mál- og avrikssáttmálar ikki hevur virkað sum ætlað. Umsitingarliga hevur verið talan um eina byrðu heldur enn eitt stýringsamboð.

Frameftir verða tað viðmerkingar í fíggjarlógini, játtanarskriv ella reglur frá stjórnarráðunum, og avtalur millum partarnar, sum verða grundarlagið fyri ætlaðum virksemi hjá stovnum.

Dagføringin í roknskaparkunngerðini merkir eisini broytingar í, hvussu vørukeyp um ársskiftið skulu skrásetast.  Royndir vísa, at stovnar um ársskiftið tíðum hava trupult við at halda ásetingina um, at vørukeyp skulu verða skrásett, tá ið tey eru latin. Vanligasta dømið er, at avtala verður gjørd um keyp av vøru í desembur, men at vøran av ymsum orsøkum ikki verður latin fyrrenn í nýggja árinum. Nú er reglan tann, at vørur latnar fram til 15. februar verða skrásettar upp á árið frammanundan, um keypsavtala varð gjørd fyri ársskiftið.

Aðrar broytingar í roknskaparkunngerðini eru millum annað nágreining av skráseting av arbeiðstíð vm., tíðaravmarkingar av lønum og hvussu ognaryvirlit skulu gerast framyvir.

Landsgrannskoðanin hevur eisini í longri tíð víst á ásetingar í roknskaparkunngerðini, sum ikki hava verið fylgdar á nøktandi hátt. Broytingarnar, ið nú eru framdar, skuldu tryggjað, at samsvar í størri mun er millum tað, ið ásett er, og tað, ið gjørt verður.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur: “Vit eiga at byggja á álit framum skráseting. Vit eiga eisini støðugt at tryggja, at skráseting ikki verður framd, uttan so at henda er neyðug og at úrslitini verða gagnnýtt. Fegin um, at vit nú hava strikað kravið um formligar mál- og avrikssáttmálar, og heldur leggja upp til tætt samstarv og samskifti millum stjórnarráð og stovnar landsins. Hetta fer at frígeva tíð og orku til at fremja avrik og at røkka teimum málum, ið sett eru og verða”.

Fíggjarmálaráðið

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.