Home Fólk & Samfelag Játtan til heimleys verður økt

Játtan til heimleys verður økt

by OML

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur valt hækka játtanin til heimleys við 2 mió. kr. í sambandi við ætlanina um at skipa eitt serligt bútilboð í Klaksvík.

Í ”Tilmælinum til tænastupolitikk”, sum varð handað landsstýriskvinnuni í januar 2017, verður víst á, at lívskorini hjá borgarum í Føroyum, sum fáa bútilboð til heimleys, sambært Almannaverkinum, eru bøtt munandi, síðani heimild varð fingin at veita stuðul til hesi bútilboð. Karmarnir sum sjálvbodnir felagsskapir geva, eru góðir og viðurskiftini eru blivin meira skipaði.

Í nógv ár hava Frelsunarherurin og Blái Krossur fingið stuðul til at reka serlig bútilboð og eru hesi bútilboð staðsett í Tórshavn. Frelsunarherurin hevur eitt herberg, har pláss er fyri 11 fastbúgvandi búfólkum og umframt 4 náttarplássum. Blái Krossur hevur eitt forsorgarheim har pláss er fyri 8 mannfólkum.

Í Norðoyggjum hevur sjálvbodni felagsskapurin Solo Deo Gloria arbeitt við eini ætlan at stovnseta og reka eitt umsorgarnarheim í Klaksvík við plássum fyri 8 borgarum. Henda ætlan er treytað av, at felagsskapurin fær stuðul frá stuðulsjáttanini til heimleys.

Landsstýriskvinnan hevur valt at hækka stuðulsjáttanina til heimleys í sambandi við hesa ætlanina.

Tað er Almannaverkið í umsitur stuðulin til fyriskipanir fyri heimleys, og avgreiðir umsóknirnar.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.