Home Fólk & SamfelagPolitikkur Tað er ótálmaði raksturin, sum er stóri trupulleikin

Tað er ótálmaði raksturin, sum er stóri trupulleikin

by OML

Búskaparráðið viðgerð í nýggjastu frágreiðing síni vøksturin í íløgum hjá bæði landi og kommunum og hevur at økingini í hákonjukturtíðum. Tað er rætt, at íløgurnar eru vaksnar nógv hjá bæði landi og kommunu seinnu árini, men tíverri eru tað ikki íløgurnar, sum eru stóri trupulleikin. Stóri trupulleikin fyri føroyska búskapin er ótálmaði vøksturin í almenna rakstrinum.

– Stórur vandi er á ferð, nú vit síggja at pengarnir fossa úr landskassanum til rakstur. Samgongan hevur økt um raksturin við meira enn 400 milliónum krónum, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Síðani sitandi samgonga tók við valdinum eru fleiri enn 600 almen starvsfólk komin afturat, soleiðis at almenni starvsfólkahópurin skjótt ferð upp um 10.000 fólk. Tað er av sonnum eitt vandatekin og eitt vandatekin, sum Búskaparráðið eftir øllum at døma ikki vil taka uppá tungu.

– Tað má vera samanhangur millum inntøkugevandi størvini og tænastustørvini, um tað ikki skal ganga galið. Og tað er um at ganga galið, tí samstundis, sum hesi 600 almennu starvsfólkini eru sett í starv, er einki nýtt starv komi í tilfeingisvinnunum, sigur Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin vil minna á, at íløgurnar eru skjótar at minka niður í einki um neyðugt, meðan tað er munandi verri at minka um almenna raksturin. Tí er tað hugstoytt at síggja, at Búskaparráðið einans setur ljóskastaran á íløgurnar.

– Tað er neyðugt, at loysa veruliga trupulleikan, heldur enn at tosa uttanum, sigur Jørgen Niclasen.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.