Nú mugu allar góðar kreftir setast inn fyri at fáa sett í starv fastar kommunulæknar í Norður økinum.

Neyðugt er at bæði landið og kommunur samstarva soleiðis at vit fáa sett hesi týðandi størv so borgarin fær tær tænastur og tryggleika sum hann ynskir.

Tað ber ikki til at brúka eina ørgrynnu av peningi til læknar sum eru konsulentar og arbeiða her í nakrar fáar vikur fyri síðani at fara víðari í okkurt annað vikarstarv til høga løn.

Saman mugu vit finna loysnir soleiðis at vit fáa gjørt skipanir sum gera at kommunulæknar vilja starvast fast í Føroyum.

Óli M. Lassen, býráðslimur og ábyrgdarstjóri á 24.fo