Home Vinnutíðindi Fiskaaling við í norðurlendskari gransking av lívfeingisbúskapi

Fiskaaling við í norðurlendskari gransking av lívfeingisbúskapi

by OML
Fyrst í árinum stovnaði norðurlendski granskingarstovnurin NordForsk granskingarsamstarvið, SUREAQUA, ið fyrst og fremst skal arbeiða fyri burðardyggari vatnframleiðslu við tí fyri eyga at styrkja og menna lívfeingisbúskapin í Norðurlondum. Fiskaaling er ein av 13 granskingarstovnum í norðurlendska granskingarsamstarvinum.

 

Saman við 12 øðrum norðurlendskum granskingarstovnum er Fiskaaling partur av Nordic Centre of Exelence, SUREAQUA, ið Nordforsk gjørdi av at seta á stovn í fjør, og sum fór undir sítt virksemi fyrst í hesum árinum.

Við umleið 40 samstarvspørtum úr øllum Norðurlondum, ið eru lærdir háskúlar, granskingardeplar og fyritøkur, eins og aðrir viðkomandi samstarvsfelagar, er talan um ein breiðan felagsskap, ið kann standa á odda fyri at skapa týðandi menning innan lívfeingisbúskap.
Norðurlond liggja væl fyri, tá ræður um møguleikar fyri at menna og økja um matframleiðslu á sjógvi og vatni.

Vinnan er ein týðandi partur av samstarvinum, og frá føroyskari síðu eru tað Luna, Bakkafrost, Marine Harvest og smápartafelagið Tari, sum eru við í granskingarsamstarvinum. Eisini luttaka aðrir partar frá føroyskari síðu, eitt nú Umhvørvisstovan.

Endamálið við nýggja Nordic Centre of Excellence er, at granskingarstovnar og vinnufyritøkur granska og føra út í verki verkætlanir innan burðardygga aling í breiðasta týdningi. Millum annað skal kannast, hvussu aling av laksi kann effektiviserast í mun til útlát av lívrunnum tilfari og tøðsøltum, og hvussu útlátið kann vera eitt íkast til nýggjar vinnuvegir. Til dømis av skeljadjórum og tara. Partur av verkætlanini er at menna nýggja útgerð, sum skal roynast á alibrúkum í Føroyum.

Tað er Granskingarstovnurin IRIS í Stavanger, sum hevur tikið stig til norðurlendska samstarvið og leiðir nýggja granskingardepilin. Játtanin til samstarvið er 30 miliónir norskar krónur yvir fimm ár, har av parturin til Fiskaaling er 1,5 milliónir krónur. Harumframt kemur eginfígging og aðrar atknýttar verkætlanir.

Tað er Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, ið samskipar virksemið í Føroyum.

Meira kann lesast á heimasíðuni www.sureaqua.no, Facebook https://www.facebook.com/Sureaqua og á LinkedIn.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.