Home Tíðindir Bretskur fiskimálaráðharri vitjar Føroyar

Bretskur fiskimálaráðharri vitjar Føroyar

by OML

Fyri fyrstu ferð í søguni vitjar ein bretskur fiskimálaráðharri Føroyar og tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini.

Sum “Secretary of State for Environment, Food and Rural Affairs, the Rt Hon. Michael Gove MP” verður hann á almennari verkavitjan í Føroyum í døgunum 31. juli og 1. august 2017.

Fyrst á skránni týsmorgunin er kurteisisfundur við løgmann og síðani fundur við uttanríkis- og vinnumálaráðharran.

Á middegi týsdagin verður siglt við uppsjóvarskipinum Høgabergi av Havnini á Miðvág, har fundur verður umborð við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.

Fleiri upplýsingar um vitjanina fáast við at venda sær til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á tlf. 553249.

Skráin kann heintast her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.