Home Tíðindir Høgni Hoydal segði ósætt av tingsins røðarapalli!

Høgni Hoydal segði ósætt av tingsins røðarapalli!

by OML

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum hevur m.a. biðið undirritaða, sum redaktør í sendingini Metis, dokumentera, at hann hevur sagt ósætt av tingsins røðarapalli. Tann áheitanin verður hervið gingin á møti.

Niðurstøðan

Í minsta lagið 2 loyvir eru útskriva í stríð við galdandi reglur.

Høgni Hoydal segði á Løgtingsins Røðarapalli 29 og 30 mai í ár, at: “hann hevði hoyrt um málið” og at: “Vørn umsitur málið” og “málið verður kannað fyri at fáa upplýsingar í málinum”

13 november 2015 gav Høgni Hoydal boð um at verða kunnaður áðrenn avgerðir verða tikna um at flyta m.a. Loyvir at fiska svartkjaft. Høgni Hoydal fekk kunning í juni 2016 og 23 mai í 2017.

Høgni Hoydal hevur tí verið vitandi ella í minsta lagið átti hann at vita. Í hesum høpi er tað, vísandi til niðurstøðuna hjá Gammeltoft, kanningarstjóra, ikki munur á at vita og átti at vita. Tí hevur tað ikki tídning um teldupostar til Høgna eru farnir aftur við borðinum.

Somuleiðis er staðfest, at aðalstjórin kunnaði Høgna Hoydal um trupulleikan 23 mai. Tað er ein vika áðrenn Høgni fekk fyrispurning á Løgtingi. Tað er púra óhugsandi, at málið endaði har. Tað er púra óhugsandi at kunningin bert var nøkur fá orð og so einki meira. Men enn hava vit ikki sæð innanhýsis samskifti og tí mangla prógv fyri um málið endaði við lítlari kunning ella ikki.

Spurningurin sum Høgni svaraði var rættuliga greiður. Tað er púra greitt, at spyrjarin var greiður um at eitt fiskiloyvi var flutt og tað var í stríð við avgerðina hjá LUM frá 2014. Øll eru samd um, at tað at gera ímóti avgerðini hjá LUM er lógarbrot.

Tað kann tí staðfestast við vissu, at Høgni Hoydal gav Løgtinginum skeivar upplýsingar 29 mai og somuleiðis 30 mai í ár. Høgni Hoydal segði seg vita minni enn hann átti at vita.

Viðvíkjandi pástandinum um at Vørn umsitur málið er at siga, at tað er ikki rætt og at tað eigur Høgni Hoydal at vita. Boðini til Vørn 13 november 2015 gera, at tað er Høgni Hoydal, sum umsitir málið og ikki Vørn.

Tí er pástandurin 29 og 30 mai um at Vørn umsitir málið at geva Løgtinginum skeivar upplýsingar.

At bæði Aksel og Høgni alment fyrst ábyrgda Vørn og síðan Fiskimálaráðnum er trupult at skilja, men illgrunin um at onkur rennur undan ábyrgd veksur og gerst onkursvegna trúligur.

Harumframt er tað rættuliga sannlíkt, hóast tað ikki er prógva, at Høgni Hoydal, royndi at sleppa sær undan at svara tað hann visti. Tað er heilt einfalt ikki plausibult at Høgni Hoydal veit so lítið sum hann sigur seg vita. Tað er at halda aftur upplýsingum fyri Løgtinginum. Men sum sagt, so er hetta sannlíkt, men ikki prógva.

Hetta er niðurstøðan úr einari uml. 5 síður langari frágreiðing har tilvísingar v.m. eru til pástandir. Eisini verða ljóðfílar lagdir á netið komandi dagarnar.

Í komandi Metis sending, sum verður týsdagin, fara vit at tríva í tað longru útgávuna av hesari frágreiðing. Somuleiðis tríva vit í fyrispurningin frá Óluvu Klettskarð, har Landsstýrismálanevndin eisini kannar um Høgni Hoydal hevur givið Løgtinginum skeivar upplýsingar og vit fara eisini at tríva í orðaskifti, har Jógvan á Lakjuni á Løgtingi ákærdi Høgna Hoydal fyri at siga ósætt á tingsins røðarapalli.

Eivind Jacobsen
radiovertur/redaktørur í Metis.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.