24.FO
Home Tíðindir Landsroknskapur 2016: Avlop eftir átta ár við halli

Landsroknskapur 2016: Avlop eftir átta ár við halli

Fíggjarmálaráðið

Landsroknskapurin fyri 2016 er latin løgtinginum. Landsroknskapurin er eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur landskassans í einum givnum ári, og hann gevur okkum sostatt eina heildarmynd av fíggjarstøðuni hjá landinum.

Eftir átta ár við halli, vísir landsroknskapurin eitt avlop á 158 mió. kr. Fremsta orsøkin til avlopið er, at inntøkurnar: skattir, avgjøld og tollur, vóru hægri enn mett í fíggjarlógini fyri 2016.  Harumframt vóru rakstrarútreiðslurnar eitt vet lægri enn væntað.

“Eftir 8 ár við halli, frá 2008 til 2015, er nú staðfest, at tað eydnaðist at venda hall til avlop hjá landinum fyrsta heila árið, ið verandi samgonga hevur stjórnað. Hetta er gleðiligt og eisini alneyðugt, nú vit eru í búskaparligum hákonjunkturi. Málið er, at landið fær vaksandi avlop komandi árini, so vit kunnu minka skuld landsins og seta av í Búskapargrunni Føroya til verri tíðir. Soleiðis bjálva vit Føroyar búskaparliga til framtíðina.” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Til samanberingar vísti roknskapurin fyri 2015 eitt hall á 82 mió. kr. Nú roknskapurin fyri 2016 vísir eitt avlop á 158 mió. kr., er talan um eitt úrslit, ið er 240 mió. kr. betri enn árið undan. ​

 

Talva fyri 2016

Landsroknskapurin kann lesast her

Talva fyri tøl frá 2012 til 2016

- Advertisment -

Most Popular

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Seneste kommentarer