Home VinnutíðindiFiskivinna Hví eru øll ikki líka fyri lógini

Hví eru øll ikki líka fyri lógini

by OML

Vit standa enn spyrjandi og ynskja at fáa at vita hvar lógin heimilar at býta serlig nýggj rættindi til nøkur ávís feløg og skipabólkar í virka undir fiskidagaskipanini.

Óli M. Lassen
siviløkonomur – reiðari

Tá fiskidagaskipanin var gjørd var eitt greitt býtið millum einstøku skipabólkarnar og skuldi hetta ikki broytast. Men vit kunnu staðfesta at partar av føroyska vinnulívinum verður diskriminera,  tí tað verður sett í kunngerð og beinleiðis í fiskiloyvið hjá ávísum skipabólkum hvussu nýggj rættindi skulu veiðast. Ella at hesi ikki skulu veiðast við ávísum reiðskapi (troli og nót).

Tá tað ikki stendur at  partrolarar skulu veiða makrel við botntrolið ella rækjutrolarar veiða makrel við rækjutroli. Men beinleiðis stendur at línuskip ikki skulu veiða við nót ella troli so er diskriminerandi fyrisiting staðfest eftir mínum tykki. Eisini havandi í huga, at tað eru feløg og persónar í fáa rættindi ikki skip og skipabólkar.

Samstundis verður einki nevnt í kunngerð hvussu ávís skipabólkar / feløg skulu veiða teirra nýggju rættindi. Tí er eingin ivi um, at her er farin fram ein verulig diskriminatión av vinnufeløgum.

1 milliard kr í makrelið útluta til ávís feløg frá 2010 til 2017

Hendan diskriminatiónin sær út til at halda áfram og í útlutanini fyri 2017 koma vit til tað støðu at Fiskimálaráðið við vælsignilsi frá makrelbólkinum o.ø. løgtingslimum fer at hava luta út nýggj rættindi fyri umleið 1 milliard krónur til ávísar skipabólkar og ávís feløg. 1 miá. Kr er 1000 milliónir krónur.

Hvar er hann sum skuldi rudda upp og fáa rættvísi í. Hví hevur útróðrarmaðurin og línumaðurin ikki sama rætt til nýtt tilfeingið sum trolaramaðurin sum fiskar bæði tosk, hýsu og upsa.

Sova tit væl í nátt tit sum skulu eitast fyri at gera eina nýskipan.  

Tit hava og eru við til at vælsigna apartheid og eitt indiskt kastesystem í Føroysku Fiskivinnuni.

 

Tíð er mín áheitan á allar flokkar og fiskimálaráðið at tað ikki verður diskriminerað hvørkið í lóggávu ella kunngerðum tá nýggj rættindi verða lúta út til feløg í reka fiskiveiðu á føroyagrunninum.

Óli M. Lassen reiðari

____________________________________________________

Talvan og Uppskot til Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015 ( 15. des. 2014 Mál: 14 / 00752-2

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.