Home Tíðindir Útflutningurin vaks í virði og minkaði í nøgd

Útflutningurin vaks í virði og minkaði í nøgd

by OML

Samlaði útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 2,2 mia. kr. Tað eru 250 mió. kr. meir enn í fjør. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni

Tað eru serliga uppsjóvarsløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt meir av. Ávikavist 405 og 180 mió. kr. í ár, móti 243 og 60 mió. í fjør. Eisini í nøgd er talan um vøkstur av hesum fiskasløgum. Fyri svartkjaftin er minni útflutt, bæði í nøgd og virði.

Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, meðan nøgdin er minkað nakað.

Størsta minkingin er í bólkinum fiskaúrdráttir, og har er tað serliga útflutningurin av fiskamjøli, sum er minkaður.

Útgreinað og dagførd hagtøl um útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.