KÆRUMÁL: Løgmaður hevur ikki í hyggju at fylgja niðurstøðuni hjá andstøðutinglimunum í landsstýrismálanevndini av teirri einfaldu orsøk, at hon als ikki tekur faklig atlit, men einans politisk atlit.

Við bara at taka politisk atlit máa andstøðulimirnir í landsstýrismálanevndini grundarlagið undan landsstýrismálanevndini. Tað heldur løgmaður, nú landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøðu í máli, har løgmaður er kærdur fyri at hava sett lóggávuna til viks í sambandi við niðurstøðu um, at § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er yvirtikin.

“Tað er sera óheppið, at andstøðulimirnir í landsstýrismálanevndini ikki fylgja løgfrøðisligu ráðgevingini, sum greitt vísir, at lógarheimild er, ið gevur løgmanni rætt at lýsa § 14, stk. 2 at vera yvirtikið. Tað er óhoyrt, at landsstýrismálanevndin, ið hevur til uppgávu at hava rættarliga eftirlitið við løgmanni og landsstýrisfólkum, ikki fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini,” heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður hevur ikki í hyggju at fylgja niðurstøðuni hjá andstøðutinglimunum í landsstýrismálanevndini av teirri einfaldu orsøk, at hon als ikki tekur faklig atlit, men einans politisk atlit.

“Eg fari ikki at ganga ímóti løgfrøðiligu ráðgevingini hjá Løgmansskrivstovuni, danska forsætismálaráðnum, kirkjumálaráðnum, barna- og sosialmálaráðnum, løgtingsfyrisitingini og løgfrøðiligu ráðgevingini hjá landsstýrismálanevndini. Tað havi eg eisini gjørt greitt í mínum hoyringarskrivi til landsstýrismálanevndina,” sigur løgmaður.

Løgmaður sendi fyrrapartin sítt ummælisskriv til landsstýrismálanevndina.

Tað kann lesast her