Home Heim & Frítíð Gistingarhús og matstova latið upp í Gásadali

Gistingarhús og matstova latið upp í Gásadali

by OML

Gásadalsgarður er heitið á nýggjum gistingarhúsi og matstovu, sum hjúnini Katrin og Pól Fagraklett saman við vaksnu børnum teirra Jóhann, Gunnvá og Pauli Fagraklett hava latið upp í Gásadali. Hetta er fyrstu ferð, at ferðafólk fáa møguleika at yvirnátta og keypa sær mat í lítlu bygdini við nú heimskenda fossinum, Múlafossur.

Stigtakarnir hava latið tvey nýggj hús byggja mitt í bygdini til endamálið. Húsini standa á sama øki, sum onnur niðurslitin hús og smærri bygningar stóðu á frammanundan.

Annað sethúsið verður brúkt til gistingarhús við fýra tvíkømurunum, ið tekur móti gestum alt árið runt. Hitt húsið er matstova og café frá apríl til september frá kl. 10.00 til 18.00. Restina av árinum eru hølini, ið kunnu rúma upp til 55 fólk, tøk at leiga til ymisk tiltøk, so sum veitslur og móttøkur.

Góðkent sláturvirki

Hølini, sum matstovan húsast í, eru samstundis bygd og innrættaði soleiðis, at tey lætt og skjótt kunnu broyast til góðkent sláturvirki.

Hetta kemur væl við hjá Sp/f Gásadalsgarði, sum samstundis er virkin bóndagarður við 1½ mørk jørð í Líðarhaga. Matstovan bjóðar av tí sama teimum vitjandi smyrjibreyð við m.a. føroyskum viðskera, sum er tikin til høldar um heystið á sláturvirkinum hjá Gásadalsgarði. Eisini er møguleiki at keypa annan mat og drikkivørur.

Heimskendur fossur dregur nógv ferðafólk til sín

Síðstu árini er Múlafossur í Gásadali vorðin heimskendur sum ferðavinnumál, og vitja tí nógv ferðafólk árliga í bygdini. Hesi ynskja ofta at taka myndir av og við fossinum, sum t.d. Huffington Post herfyri kallaði fyri “The Most Breathtaking Waterfall in The World”. Ferðatalið av útlendskum ferðafólkum í Føroyum veksur støðugt, meðan føroyingar ferðast munandi meira í egnum landi. Tí eru stigtakarnir bjartskygdir fyri grundarlagnum at reka bæði gistingarhús og matstovu í Gásadali.

Íslendsku forsetahjúnini vitja Gásadalsgarð

Í samband við almennu vitjanina í Føroyum hjá íslendska forsetanum, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrúuni, Eliza Jean Reid, verður vitjað í Vágum mánadagin 15. mai, har fara forsetahjúnini m.a. at vitja nýggja Gásadalsgarð.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.