Home Tíðindir Nýggj størv lyfta samskiftisstøðið

Nýggj størv lyfta samskiftisstøðið

by OML

Klaksvíkar kommuna hevur í dag sett Mariu Ziskason Nesá og Fríðu Næs í starv sum samskiftisfólk í Klaksvíkar kommunu.

Talan er um 1 ½ størv, ið skulu virka saman og stuðla hvørt annað.

Maria Ziskason Nesá er 27 ára gomul og kandidatur í retorikki frá Aarhus Universiteti. Hon hevur harumframt eina bachelor í fólkalívsfrøði við tilburðarmentan, og fjølbroyttar og viðkomandi royndir innan samskifti. Maria skal arbeiða fulla tíð.

Fríða Næs er 32 ára gomul og kandidatur í samskifti og miðlavísund frá Roskilde Universitet og Københavns Universitet. Hon hevur harumframt eina bachelor í samskifti og performance-design og hevur bæði fjølbroyttar og viðkomandi royndir innan samskifti. Fríða skal arbeiða hálva tíð.

Maria og Fríða skulu í felag skipa fyri, at samleikin hjá Klaksvíkar kommunu er týðiligur og professionellur í øllum samskiftisvirksemi, og at útvenda samskiftið hjá kommununi er á fakliga dyggum støði og lýkur krøv til nútíðar samskiftishættir.

Býráðið ynskir betri samskifti við borgarar og vinnulív

– Talan eru um nýggj størv, ið skulu lyfta samskiftisstøðið hjá Klaksvíkar kommunu og norðurøkinum og stuðla undir ta góðu gongd, sum kommunan í løtuni er í. Endamálið er m.a. at styrkja góðu støðuna í kappingini um at varðveita verandi borgarar og draga nýggjar borgarar at liva og virka í kommununi, nú tað grør um gangandi fót, ikki bara í norðurøkinum, men í øllum landinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.