Í nýggja uppskotinum hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan, hevur man gjørt tillagingar soleiðis, at virksemi í lokaløkinum hjá summum tingfólkum, í allarstørsta mun ikki verður niðurlagað.

Eisini verður tað – eins og í fyrra uppskotinum – nakrir partar av landinum, ið við lóg, skulu fáa sín part av tilfeinginum. Her við teimum sokallaðu royndar- og menningarkvotunum.

Men tað er eitt økið uttanfyri høvuðsstaðin við, har samgongutinglimir eru valdir, at vit síggja eina niðurlaging. Tað er í Norðoyggjum!

Eg øtist við, tá summir samgongulimir hava hug at slíta samgonguna fyri sítt egna økið, meðan tinglimir her norði bert sita hendir í favn, og lata teir fáa sín vilja fyri at fáa eina breiða semju.

Tá man er landspolitikkari, má man í ein stóran mun hugsa um landið fyrst, men hvar er hjartaði fyri sínum egna lokaløkið? Hevur tað størri týdning at telja uppí 17, enn at gera tað, ið er best fyri títt lokaløkið? Í hesum føri hava hava øll tingfólk uttanfyri høvuðsstaðin fingið okkurt í sín part, uttan tey her norðuri. Vánalig politisk telving, ella bara líkasæla?

Hóast allar ávaringarklokkur hava ljóðað frá fólkum úr vinnuni og fakfeløgunum, so tykist tað ikki at rína við hjá samgongufólkunum her norði.

Eg unni væl, at uppisjóvarflotin fær góðar karmar at virka í. Men tað er sera undarligt, at heimaflotin – sum fyri stóran part er í Norðoyggjum – verður hart raktur, meðan uppisjóvarflotin í stóran mun fær frið. Hetta er ein umventur Robin Hood politikkur frá CEF samgonguni, ið hevur proklamera seg sum rættvísissamgongan.