Home Tíðindir Nýggjur tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Nýggjur tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

by OML

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur í dag gjørt av, at seta Óla Jákup Bech í starv sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.

Óla Jákup Bech er 28 ár. Hann er útbúgvin húsasmiður og professiónsbachelor í byggifrøði við leiðslu sum sergrein, umframt at hann hevur fleiri viðkomandi skeið í leiðslu.

Tá freistin at søkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu var úti tann 15. mars kl. 12.00, vóru 6 umsóknir. Ein setanarbólkur hevur viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður við umsøkjarar. Samanumtikið metti setanarbólkurin, at Óla Jákup Bech hevði bestu formligu leiðsluførleikarnar og leiðsluevnini, ið skulu til at røkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.

Óla Jákup Bech er staddur í Danmark, har hann arbeiðir sum verkætlanar- og starvsfólkaleiðari hjá B. Nygaard Sørensen. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim frøðist um at fáa nýggjar, dugnaligar kreftir til kommununa, og ynskir Óla Jákup Bech við familju hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.