Home Heim & Frítíð Inniloka rennibreyt og fótbóltsvøll í 2020

Inniloka rennibreyt og fótbóltsvøll í 2020

by OML

Vit tí framburðið vit hava í Klaksvík og við góðu gongdini haldi eg at vit skulu arbeiða fyri at fáa inniloka nýggja stationøkið í Klaksvík í 2020 ella 2021.

Klaksvíkar Kommunan hevur kanna kostnaðin av at inniloka nýggja anleggið á stationøkinum og fleiri kommunur í Føroyum arbeiða eisini við at kanna kostnaðin av, at inniloka teirra fótbóltsvøll ella byggja nýggjan vøll ið verður innilokaður.

Betri umstøður til at íðka alt árið

Tað verður mett at kostnaðurin er um 40 milliónir krónir at inniloka vøllin í Leirvík. Hetta sæst í Dimmalætting og Portal.fo At hetta er kostnaðurin er nýtt fyri mær og tí er umráðandi at vit eftirkanna hetta og byggja hetta inn í komandi fíggjarætlanir.

Um vit í Klaksvík eisini fáa eina innilokaða høll til frælsan ítrótt og fótbólt, so eru fleiri innilokaðar fótbóltshallir í Føroyum  um ein verður gjørd suðuri í Vági og ein í Leirvík og so ein í Klaksvík. Hetta kann verða við til at lyfta ítróttin og ikki minst føroyskan fótbólt upp á eitt nógv hægri støði. Hallirnar í Íslandi sigast at verða ein stórur partur av framgongdini hjá íslendska landsliðnum.

Óli M. Lassen, býráðslimur

Myndin er frá: http://www.hugaasconstruction.com/en/ og mynd 24.fo – óml

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.