24.FO
Home Tíðindir Matur úr norðurhøvum á ES marknaðin

Matur úr norðurhøvum á ES marknaðin

Tíðindaskriv frá Sendistova Føroya í Brússel

Í sambandi við stóru altjóða messuna Seafood Expo Global í komandi viku fer Sendistova Føroya saman við umboðsstovuni hjá Norðurnoregi í Brússel at seta sjóneykuna á mat úr norðurhøvum á ES marknaðinum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, luttekur á tiltakinum, sum ber heitið ”Seafood from the High North –  sustaining and enhancing the EU market”. Hann fer at hava eina innleiðandi framløgu um føroyskar royndir og ætlanir á fiskivinnuøkinum, eins og norski ráðharrin í ES og EBS málum, Frank Bakke-Jensen, eisini leggur fram.

Føroyar og Norðurnoreg eru millum stóru útflytararnar av fiskavørum til ES. Tiltakið er eitt høvi hjá umboðum úr fiskivinnuni at kunna seg um og greiða frá egnum royndum á ES marknaðinum.  Hvussu sær støðan út í dag? Hvørjar broytingar og avbjóðingar eru fyri framman? Og hvussu eru framtíðar útlitini fyri menning av vøruframleiðslu og útflutningi til ES marknaðin?

Ein nýggj kanning hjá ES Nevndini um vanar og krøv hjá brúkarum í ES londum  til mat úr sjónum verður løgd fram. Eisini fer Bernhard Friess, stjóri í fiskivinnuumsitingini hjá ES Nevndini, at greiða frá, hvussu marknaðarviðurskifti verða skipað í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum, saman við umboðum úr fiskivinnuni í bæði Norðurnoregi og ES, fara at viðgera spurningar um møguleikar og avbjóðingar við at menna og styrkja ES marknaðin fyri fiskavørum.

Tiltakið endar við, at luttakararnir fáa forkunnugar brellbitar úr Føroyum og Noregi.  Borðreitt verður við m.ø. føroyskum makreli og tara, umframt at høvi verður at royna øl frá Føroya Bjór og Okkara.

Skráin er viðfest. Nærri kunning er eisini at finna á Facebook síðuni hjá Sendistovuni.

Vegna avmarkað pláss, er tilmelding eitt krav, og seinasta freistin er hósdagin 20. apríl.

Ø  Leinkjan til tilmelding

- Advertisment -

Most Popular

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Seneste kommentarer