Home Tíðindir Vatntøtt skott mugu vera millum tryggingarpartin og bankapartin í Betri samtakinum

Vatntøtt skott mugu vera millum tryggingarpartin og bankapartin í Betri samtakinum

by OML

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag sent broytingar í vinnufyritøkulógini og lógini um tryggingarvirksemi til hoyringar.

Betri samtakið rekur peningastovnsvirksemi, skaðatryggingarvirksemi, og pensjónstrygging í ymsum feløgum, og samtakið hevur stóran samfelagsligan týdning. Feløgini í samtakinum eru samstundis bundin saman av sama ognarskapi og eini felags samtaksleiðslu. Í tílíkum samtøkum er tó ein innbygdur váði – eisini nevndur samtaksváði. Í fíggjarligu lóggávuni er lagt upp fyri hesum við reglum, sum eru grundaðar á eina meginreglu um vatntøtt skott. Tað merkir, at í eini kreppustøðu skal einstaka felagið undir eftirliti kunna avbyrgjast og verjast í mun til hini feløgini í samtakinum, og sjálvstøðugt kunna halda fram við virkseminum.

Men mett verður tó, at galdandi lóggáva ikki er nøktandi at byrgja upp fyri tí váða, sum bygnaðurin í Betri samtakinum hevur við sær.

Í Betri samtakinum eru ikki serstøk førleikakrøv sett ovastu nevndini, og persónsamanfall er í dagligu leiðsluni. Vandi er tí fyri, at einstøku feløgini í samtakinum ikki kunnu virka sjálvstøðugt, og hetta merkir aftur, at trupulleikar í einum parti av samtakinum kunnu spjaða seg til aðrar partar í samtakinum. Við verandi samtaksbygnaði er eisini ein vandi fyri, at Ognarfelag Tryggingartakaranna – og harvið tryggingartakararnir – í einari neyðstøðu undir eini bankakreppu koma sær í vanda fyri at missa tey virðir, ið liggja í tryggingarfeløgunum.

Endamálið við lógarbroytingunum er at byrgja upp fyri nevnda váða. Fyri at verja tryggingarpartin í Ognarfelagnum, so felagið kann halda fram við tryggingarvirkseminum, um ein bankakreppa kemur í Betri Banka, verður skotið upp at seta í vinnufyritøkulógina:

  • Krav um, at tryggingarvirksemi og bankavirksemi skulu vera í hvør sínum haldfelagsskapi – ávikavist einum tryggingarhaldfelagsskapi og einum peningastovnshaldfelagsskapi.
  • Forðan fyri at Ognarfelagið lænir upp á ella setur í veð partabrøvini í tryggingarfeløgunum fyri at skjóta pening inn í ein kreppuraktan banka.
  • Avmarkingar fyri persónsamanfalli í feløgunum í samtakinum.
  • Krav um at samlaða nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna skal hava nøktandi førleikar (kollektivar førleikar).

Harumframt verður við uppskotinum til broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi betri samsvar millum váða og kapitalkrøv, umframt at serstøk førleikakrøv verða sett leiðslum í tryggingarhaldfeløgum.

Lógarbroytingarnar viðvirka harvið til at fremja fíggjarligt støðufesti og álit á tryggingarfeløg.

– Betri samtakið er størsta peningasamtakið í landinum. Um samtakið kemur í fíggjarligar trupulleikar, kann tað fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri alt okkara samfelag, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

– Leiðslubygnaðurin í Betri samtakinum er óheppin, og líkist í stóran mun bygnaðinum í kollsiglda Eik samtakinum. Miðsavnanin og manglandi skottini millum tey ymisku feløgini økir váðan fyri, at ein bankakreppa kann breiða seg til tryggingarpartin, og at móðurfeløgini í samtakinum fara á húsagang saman við bankanum. Tí er neyðugt við lógarbroytingum og skottum, so at tryggingarvirksemið kann halda fram, um bankin fer av knóranum.

Til ber at lesa lógaruppskotini og viðmerkingarnar her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.