Home VinnutíðindiFiskivinna Hví broytir Havstovan tølini

Hví broytir Havstovan tølini

by OML

Vit kunnu byrja við forsíða og fleiri tíðindi, frá 03-01-2017, á hav.fo – heiti ”Havstovuárið 2016”, kann lesast:

her 1

Eyðun Hansen

Tað kom nógv undan gýtingini í 2009 og 2010 – alt bleiv stongt millum oyggjarnar og ein fjórðing úr landi, fyri líni. Hesir góðu toska árgangirnir, blivu burtur aftaná eitt langt liggjandi illveður. Nú er nógvur toskur av fleiri árgangum at fáa. Um tað er sami fiskurin, sum bleiv burtur, veit eg ikki, men hesin toskurin, hevur ikki veri á grunninum, eru flestu menn samdir um, hann má so vera komin onkrastaðni frá. Løgi at Havstovan í dag ikki kennir nakað til hasar góðu árgangirnar frá 2009 og 2010 og teir nevna heldur ikki nakrastaðni, um eina kunngerð frá 2011. Henda kunngerðin bleiv gjørd fyri millum annað, at verja árgangirnar frá 2009 og 2010 og tí blivu , sum áður nevnt ávís økir stongd: Heiti á kunngerðin var: ”Kunngerð nr. 94 frá 4. juli 2011 um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 15 frá 15. februar 2012”.

 

Havstovan viðurkennir ikki, at toskur kemur inn á grunnin aðrastaðni frá.

Havstovan skrivar, at tá ið so fáir toskar, sum eru merktir við Føroyar, eru fiskaðir aðrastaðni.  So flytur Føroyski toskurin ikki, sum alt annað livandi. Og roynir at finna føði aðrastaðni. Tá ið ongin føði er inni á grunninum her.

Hví vilja teir ikki hoyra ella tosa um natúr viðurskiftini, sum ávirka fiskastovnarnir. T.D. Sildin etur rognini. Makrelur at etur smáfisk, Tað gera teir alla aðrastaðni, salt innihaldi er eisini met lágt nú, tað var tað eisini var mitt í 90inum. Og El Ninjo. Heldur ikki um at ein stórur partur av grunninum eru friðaðir. Og um at veiðitrýsti er minka nógv. Nevna teir lítið og onki um.

Sum eg havi nevnt fyrr var gott fiskarí á Føroya banka fyri 10 árum síðani. Og har er bera versna hesi 10 árini síðani Havstovan yvirtók bankan. Um tað sum Magnus Heinason hevur skuldi veri burðardygd veiða og góð stovnsrøkt . Eftir hvat Havstovan sigur, er ongin toskur har. Men hví ?

Nú hevur so Havstovan møguleika at prógva, at royndirnar hjá Magnus Heinason, eru eftir farandi. Nú teir fara at gera yvirlitstrolingar á Føroya Banka,við at bjóða einum trolara og einum línubáti út á Føroya banka. So fáa fiskimenn møguliga álit á yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni.

Havstovan, gerð á hvørjum árið, kanning av 2 ára gomlum fiski, fyri at meta um fiskastovnarnir, tey komandi árini. Men hesi árini frá 1998 til 1992 rokna teir aftur eftir, tí onki sum teir høvdu sagt passaði, so broyta teir tølini alla tíðina. Fyri at fjala sínar feilir, og veruleikan.

Eg leggi klipp við, úr Fiskastovnar og umhvørvi frá. 1996 1997 og 1998 sum Havstovan gav út.

Sum sæst her, skrivar Havstovan í 1996. at 1992 og 1993 árgangirnir eru miðal.

her 2

Nú eru vit komin til 1997, nú skrivar Havstovan at 1992 árgangurin er góður og at 1993 er stak góður.

Tølini yvir 1992 árgangin skuldu verði komin í 1994. Og tølini fyri 1993 skuldi verði komin í 1995.

Sum eg havi skrivað fyrr, so hevur Havstovan 31 mai 1995 sagt við Sosialin, at tað var ongin smáfiskur er, men bert stórur toskur.

her 3


Havstovan blívur við at broyta uppá 1992 og 1993 árgangirnar. Í fiskastovnar og umhvørvi 1998. Tað vísir, at toskurin ikki altíð er inni á grunninum. Men kemur inn á Føroya grunnin tá ið føðin er her.

Eg og ein annar skipari, tosaðu við Sosialin í desember 1992. Tá søgdu vit at tað sá betur út við føðini og vit roknaði við, at fiskurin kom skjótt aftur. Tað søgdu vit tí at, meira skrift var, at síggja á ekkoloddinum, meira hvítingsbróðir og nebbasild var í netinum og magunum á fiskinum.             Tað var beinan vegin, at Fiskirannsóknarstovan svaraði aftur, at tað passaði ikki

Havstovan hevur eisini goymt, alt um tosk, hýsu og upsa árini 1992-93-94 og 95 av heima síðuni.  Hvar eru tey røttu tølini, yvir 1992-93 árgangirnar, sum bleiv kanna í 1994 og 1995

her 4


Tað sum er komi fram her, vísir at fiskurin kemur aftur, tá ið liviumstøðurnar, blíva betri. Teir kalla seg granskarar, eg veit ikki um tað er vanligt, at granskarar broyta kanningar úrslit, men tað hava fiskifrøðingarnir, gjørt her, fyri at mótprógva, at fiskurin kom aðrastaðni frá.

seinastu 400 árini kann lesast um – ár við fiskaloysi – vánalig fiskarí ár – miðal fiskarí ár – góð fiski ár og rok fiski ár. Fiskifrøðingarnir og fleiri politikarar, vita at tað ber ikki til, at goyma fiskin.

So leingi sum Havstovan, ikki vil viðurkenna, at toskurin eisini kemur aðrastaðni frá, eru allar stovnsmetingar hjá teimum skeivar. Teir vilja ikki kanna, fleiri møguleikar. Fyri at fáa veruleikin fram, So verða teir noyddir at sigla meira, og síggja veruleikan, tað ber ikki til, at seta nakrar formlar inn í XL arki, natúran broytist alla tíðina.

Reiðaríðir hava veri noydd, at keypa onnur keypt skip og loyvir fyri at fáa raksturin, at bera seg.    Av tí at fiskidagarnir, eru skerdur niður, næstan á hvørjum árið. Tí stendur so illa til hjá heimaflotanum, men man skal ikki gloyma liviumstøðurnar hjá fiskinum, sum hava verði vánaligar.

Eg havi nú hugt eftir, havt Havstovan hevur sagt, um fiska stovnarnir frá fiskiárinum 2011 til í dag.

Upsin er væl fyri, smávegis tillagingar, eiga at verða gjørdar, 2011 og 2012 vóru 2 góðir árgangir. Stovnurin í vøkstri. 2016 mælir til sama fiskidagatal. upsin er væl fyri. Og er MSC góðkendur

Toskurin illa fyri 2012 minsti gýtingarstovnur síðani kanningarnar byrjaðu í 1957. í 2013 um gýtingarstovnurin fer niður um 21.000 tons er lítil møguleiki at hann klárar at endurnýggja seg. Fram til í dag sær illa út sigur Havstovan. Yngul kanningar vísa tó at 2016 var yvir miðal

Hýsan sera illa fyri. Men 2015 er hampiliga nógv, komi undan gýtingini, har er ein lítil glotti.

Her sæst, eftir míni metan, hvussu langt Havstovan er frá veruleikanum.

Nú fáa snellubátar nógvan tosk av øllum støddum. Trolbátarnir fáa eisini nógvan tosk og væl av stórari hýsu.   Tað mesta av toskinum er 3-8 ára gamal, og Havstovan hevur ongantíð, nevnt nakað um toskin, sum er her, ella hvar toskurin er komin frá. Tað eru 2 ár síðani at snellu og trolbátar byrjaði at fáa tosk.

 

Í 90inum, kom Havstovan, eisini 4 – 6 ár aftaná og søgdu, at tað er nógvur toskur at fáa. Teir hava onki sagt um 2009 og 2010 árgangirnar av toski enn. Spennandi verður at fylgja við, um søgan frá 90inum kemur at endurtaka seg.

Hvussu kunnu politikararnir læta fiskifrøðingarnar stýra einari kvotaskipan, tá ið teir eru koma 4 til 8 ár aftaná at fiskurin er gýttur, og siga at nú er fiskurin her. Um Havstovan einaferð, setur kvoturnar upp, er stórur møguleiki fyri at bæði ætið og fiskur, er fari út av grunninum aftur, áðrenn kvoturnar byrja at økjast.

Vit hava eina góða burðardygga fiskidagaskipan. Sum gerð at skipini brúka meira dagar, tá ið meira fiskur er á grunninum og færri dagar. tá ið minni fiskur er á grunninum. At goyma fiskin á opnum havið ber ikki til, tað er prógva fleiri ferð, tey seinastu 400 árini

So hví sleppa, einari góðari fiskidagaskipan og fara til kvotur, sum er roynt fyrr. Og sum allir sjómenn og teir politikarnar, sum hava fylt við okkara fiskivinnu, vita ikki riggar.

At enda vil eg nevna, at alt og oftani vísa politikarar á tøl frá Hagstovan, sum grundgeving fyri hvussu illani tað stendur til, og er hettar heilt burturvið, tí Hagstovan kemur bert við veiðihagtølum. og so leingi, teir ikki rokna havt skipini fiska pr. Dag. Sigur tað onki, um veiðan er betri ella veri.

Eyðun Hansen

Vestmanna 29 03 2017

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.