Home Fólk & Samfelag Beina fyri fiskiskipunum í Sandoynni

Beina fyri fiskiskipunum í Sandoynni

by OML

Sandoyar Fólkafloksfelag hevði aðalfund í Virkinum í síðstu viku, og til umrøðu varð t.d hóttandi støðan, nú uppskot um nýggjan fiskivinnupolitikk er sent til hoyringar.

Verandi uppskot verður mønustingurin fyri fiskivinnuna í Sandoynni, verður tað samtykt í tí líki tað liggur nú.

Eittans línuskip er eftir í oynni, og ein trolari.

Fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum er blandingsfiskarí, tvs at man kann ikki fiska eitt einstakt botnfiskaslag uttan at onnur eru blandaði uppí. Tí gevur tað als onga meining at fara aftur til kvotuskipanina, ið føroyingar hava ringar royndir av, við eitt nú útblaking av fiski, umdoyping av fiskasløgum á bryggjukantinum og aðrar óhepnar avleiðingar.

Samfelagið Føroyar spinnur gull av fiskivinnuni í dag, og tað skulu vit eisini gera framyvir. At fara at petta fiskivinnuna sundur aftur nú, verður bara at føra okkum aftur til tíðina, tá ongin fekk nakað at hanga saman, hvørki skip, bátar ella virkir á landi.

Tað er sera óheppi, at landsstýrismaðurin fær so stóra magt, sum verandi uppskott leggur upp til, og at geva landsstýrismanninum heimild í kunngerð at býta 2 mia kr út er óhoyrt í hesum parti av heiminum.

Sandoyar Fólkafloksfelag átalar harðliga framferðarháttin hjá samgonguni í hesum máli, og heitir staðiliga á landsins myndugleikar um at sleppa ætlanunum um at selja fiskirættindi á uppboðssølu, og at leggja um til kvotaskipan aftur.

Lat vinnuna sum hevur virkað á marknaðargrundarlagið higartil, sleppa at halda fram við tí einastandi góða arbeiði ið hon ger í dag. Latið okkum ikki fara til politiska útlutan av veiðurættindum sum verður veruleiki um fyriliggjandi uppskot verður samtykt.

Vinarliga

Sandoyar Fólkafloksfelag​

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.