Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskivinnunýskipanin til almenna hoyring mánadagin

Fiskivinnunýskipanin til almenna hoyring mánadagin

by OML

FISKIVINNUNÝSKIPAN: Komandi mánadag fer samgongan at leggja sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fram alment. Tað verður á einum tíðindafundi.

Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan verður ikki lagt fyri Løgtingið í dag. Tað hava teir tríggir floksformenninir í samgonguni avgjørt.

Fyri at tryggja opinleika um týðandi nýskipanina og at allar mannagongdir verða fylgdar, er ráðiligast, at fiskivinnunýskipanin bæði fer til almenna hoyring og lógareftirkanning, áðrenn hon verður latin Løgtinginum.

Seinastu tíðina hevur landsstýrið verið í samráðingum við Sambandsflokkin um eina nýggja fiskivinnunýskipan. Samráðingarnar hava higartil ikki borið á mál.

Samgongan vónar framvegis, at ein breið semja kann røkkast um nýskipanina, men tá ið samráðingarnar ikki eru bornar á mál,  er hon farin undir at leggja seinastu hond á sítt egna uppskot um fiskivinnunýskipan.

Komandi mánadag fer samgongan at leggja sítt uppskot um fiskivinnunýskipan fram alment. Tað verður á einum tíðindafundi. Beint eftir tíðindafundin verður uppskotið sent til ummælis hjá avvarðandi pørtum.

Samgongan og Sambandsflokkurin hava gjørt semju um, at bæði uppskotið hjá samgonguni og Sambandsflokkinum verða borin í Løgtingið við 17 undirskriftum, sum er mannagongdin, tá ið evsta mark er farið.

Vegna landsstýrið

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.