Home Tíðindir Enn bíligari at keypa el- og vetnisbil

Enn bíligari at keypa el- og vetnisbil

by OML

Í dag leggur landsstýriskvinnan og samgongan eitt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað munandi bíligari at keypa el-og vetnisbilar. Uppskotið snýr seg um eina broyting í løgtingslógini um meirvirðisgjald (MVG). Verður uppskotið samtykt, fáa tey, sum keypa el- og vetnisbil, meirvirðisgjaldið afturgoldið (tó upp til 70.000 kr.). Hetta vil siga, at um tú keypir ein el- ella vetnisbil komandi tvey árini fyri til dømis 350.000 kr., fært tú 70.000 kr. aftur.

Uppskotið er ein liður í politikkinum hjá samgonguni at gera Føroyar grønari. Umframt møguligu lógarbroytingina, hava tey, sum velja el-og ventisbilar, hesar fyrimunir í dag:

  • El- og vetnisbilar eru heilt frítiknir frá skrásetingargjaldi.
  • El- og vetnisbilar eru eisini heilt frítiknir frá veg- og umhvørvisgjaldi.

Endamálið við lógaruppskotinum er fyrst og fremst at seta ferð á umleggingina frá dálkandi bilum til bilar, sum einki CO2-útlát hava. Haraftrat er eisini neyðugt, at Føroyar taka ábyrgd í altjóða samfelagnum, tá ræður um umhvørvisvinarligan politikk.

Í 2030 er málið, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna og til tess at fáa fult umhvørvisgagn av umleggingini til varandi orku, verða húsarhald og vinna eggjað til at velja grøna orkunýtslu.

Í løtuni eru 23 el- og vetnisbilar í Føroyum, men mett verður, at afturberingin av meirvirðisgjaldinum fer at økja um bæði søluna og nýtsluna av el- og vetnisbilum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.