Home Tíðindir Avreiðingar januar 2017

Avreiðingar januar 2017

by OML

Ársins fyrsta uppgerð av avreiðingunum fyri januar 2017 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Niðanfyri í talvuni er samanburður gjørdur við avreiðingarnar í januar í ár ímun til í fjør. Ein skal verða varin við at gera tær heilt stóru niðurstøðurnar einans út frá einum mánað. Fyri tað fyrsta er hetta ein fyribilsuppgerð, og fyri tað næsta spæla onnur viðurskiftir inn, eitt nú hvørjumegin mánaðarskiftið at avreiðingin verður skrásett.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.