Home Tíðindir Útfluttu fyri 8 mia, út við helvtin er laksur

Útfluttu fyri 8 mia, út við helvtin er laksur

by OML

Fyrsta uppgerð av samlaða útflutningurin fyri 2016 vísir, at útflutt er fyri næstan 8 mia.kr. Vøksturin er meiri enn 1 mia. ella 16%. Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

 

Tað er serliga laksurin, sum ger mun, tá útflutningsvirðið verður gjørt upp.

Í virði er laksaútflutningurin vaksin 31%, tað er 862 mió.kr. samanborið við árið fyri. Í 2016 varð laksur seldur fyri næstan 3,7 mia. kr., og svarar tað til næstan helvtina av øllum fiskavøruútflutninginum.

Tað er eisini útflutt meiri av uppsjóvarfiskasløgunum makreli og svartkjafti, meðan sildaútflutningurin er minkaður nakað. Útflutningurin av makreli fór í fjør fyri fyrstu ferð upp um eina mia.kr.

Bólkurin annar fiskur er minkaður 100 mió. í 2016 meðan bólkurin fiskaúrdráttir er vaksin 137 mió. Í ein ávisan mun er her talan um flyting millum bólkarnar vegna nýggju vøruskránna, sum kom í gildi 1. jan 2016.

Botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa eru minkaði í virði, men vaksin í nøgd.

Russland keypir ein fjórðing

Aftur í ár er Russland tað landið, vit selja mest til. Umleið ein fjórðingur av øllum útflutninginum fer til Russlands. Tað er 1,9 mia.kr.

Landið, vit útflyta næst mest til, er USA, og tey keypa fyri 900 mió.kr., sum er 11% av samlaða útflutninginum.

Á triða plássi er Bretland, og síðan koma Danmark og Kina.

Útvið helvtin av útflutninginum til Russland er laksur, meðan vit selja makrel fyri 500 mió. og sild fyri 300 mió.kr.

Til USA selja vit mestsum bara laks (99%).

Bretland keypir laks fyri 339 mió. og tosk fyri 284 mió. Tað svarar til ávikavist 40% og 35% av samlaða útflutninginum til Bretlands. Útflutningurin til Danmarkar er 35% laksur og til Kina eru 92% laksur.

Útgreinað og dagførd hagtøl um útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.