Home Fólk & Samfelag Avgjaldsstopp  Nú, Takk !

Avgjaldsstopp  Nú, Takk !

by OML

Nú er uppá hægstu tíð, at reyða samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og  Framsókn gevst við   at oysa  óhugnalig og mergsúgvandi avgjøld á okkum skattaborgarar.

Seinastu 14-15 mánaðir meðan  samgongan hevur sitið við ræði,  hevur vanligi borgarin bløtt í ólukkumát av reyðum avgjøldum, sum eru oyst oman yvir okkum.

Reyða samgongan tvífaldaði skattin til samhaldsfasta,  hækkaði  vegskattin  við 20 prosentum,  meir  avgjald  á bensin og diesel. Hækkaði  Kringvarpsgjaldið  fyri fleiri familjur,  umframt at vinnan eisini fekk eykarokning. Eisini  hækkaði núsitandi samgonga gjaldið til    Heilsutrygd.  Alt hetta kláraði  hon  uppá uppá fýra mánaðir. Avgjaldseffektivitetur má sigast.

Heldur samgongan tað,  sum hon lovaði ?

Løgmaður hevur fleiri ferðir ført fram, at núsitandi  samgonga heldur tað hon hevur lovað.  Møguliga hevur samgongan hildið tað hon lovaði um skattalætta, men tey vóru snild nokk til ikki at siga, at avgjøld komu í staðin. Tað segði løgmaður nevniliga onki um áðrenn valið.

Lovaði løgmaður, at hækka inngjaldið til samhaldsfasta ?

Lovaði løgmaður, at hækka vegskattin?

Lovaði løgmaður at hækka avgjaldiði á  bensin og diesel ?

Lovaði løgmaður at hækka heilsutrygdargjaldið ?

Lovaði løgmaður at hækka Kringvarpsgjaldið fyri fleiri familjur og vinnuna ?

Lovaði løgmaður at hækka Tinglýsingina ?

Lovaði løgmaður at lækka skattafríðu grundupphæddina hjá fólkapensjónistunum?

Lovaði løgmaður, at Norðoya- og Vágatunnilin skuldi verða pengamaskinur hjá samgonguni?

Hvat var tað sum fekk løgmann til  at tiga  um hetta áðrenn valið ?  Tað verður stundum tosað um, at tað, sum stendur skrivað við lítlum í tryggingarpolicum skal lesast gjølla. Løgmaður skrivaði tað ikki eingang við lítlum, men  valdi onki at siga um hesi avgjøldini áðrenn valið. Borgarin hevði tí  als ongan møguleika at lesa ella hoyra um tey  áðrenn valið.   Tey  blivu  bara innførd eftir valið.

Tunnilsskatt til útvald.

Men núsitandi samgonga ætlar sær fleiri avgjøld.  Ein socialistisk samgonga fær ongantíð nokk av peningi frá borgarunum.  Nú skulu  tunnilsgjøldini nevniliga eisini   halda áfram, eisini eftir at lánini  í  Vága- og Norðoyatunlinum eru útgoldin.  Tað er ein slík  avgjaldsøði, at tey eru til reiðar at bróta avtaluna um,  at bummarnir skuldu  burtur tá lánini  vóru  útgoldin. Hetta hendir samstundis, sum Løgmaður so seint sum í Nýggjársrøðu síni  so fornemt segði , at gjáin ímillum  miðstaðarøkið og uttanfyri miðstaðarøkið skuldi minka.

Heldur ikki her  er  samsvar ímillum orð og handling hjá løgmanni,  tí løgmaður ætlar nevniliga at áleggja borgarum í einum parti av landinum  eykaskatt,  ein tunnilsskatt.

Hetta eru føgur slagorð, góðar orðavendingar og  fín røða, men heldur ikki í praksis, sum so nógv annað hesi samgonguni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.