Home Fólk & Samfelag Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2016

Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2016

by OML

Røðan:

Gott kvøld, góðu føroyingar.

Undan jólum var eg til jólahald á Barnaheiminum í Havn. Á hvørjum ári býtir løgmaður jólagávur út til børnini, og á hvørjum ári fært tú onkran óvæntaðan spurning.

Eitt av børnunum spurdi, um tað er “stuttligt at bestemma í Føroyum?”

Nú bestemmar løgmaður tíbetur ikki alt, men eg svaraði kortini: “Ja.”

Tí, tað er hugaligt at stjórna einum landi, har tað gongst væl. Einum fólki við stórum virkishugi. Einari tjóð við stórum áræði.

Hendurnar, heilarnir og hjørtuni eiga øll lut í góðu gongdini. Heimahjálpin, ið er um okkara gomlu.

Heilsustarvsfólkini, sum røkta okkara sjúku.

Skiparin á brúnni og pedagogurin, sum tekur ímóti børnunum.

Flakakvinnan við skerilinjuna, fiskimaðurin á dekkinum og timburmaðurin á stillassinum.

Tað góða samfelagið hevur nógvar liðir, og tá ið øll virka saman, vinna vit øll. Alment og privat, á bygd og í bý, lærd og ólærd, kvinnur og menn.

Um nakrar fáar mánaðir fara vit helst at hoyra lívsjáttandi barnagrát frá einum nýføðingi, sum verður føroyingur nummar 50.000.

Tað verður ein varði í okkara søgu.

Men 50.000 fólk sigur einki um, hvørji vit eru, og hvussu vit eru ímóti hvør øðrum.

Hvussu fer tað at hilnast hjá sakleysu børnunum? Hvat samfelag fara tey at arva frá okkum vaksnu?

Tað spyrja vit foreldur okkum sjálvi, tá ið eitt nýtt lív byrjar. Vit stúra, tí vit elska, og tí vit ikki eru líkasæl.

50.000 fólk er bara eitt tal – og tó. Tað eru nakrar orsøkir til, at fleiri velja Føroyar. At so mong vilja, at tað er her, at tey og teirra børn skulu búgva og virka.

Her er arbeiði at fáa.

Her er trygt.

Her er sterkur felagsskapur, og her eru sterkir einstaklingar, sum bróta upp úr nýggjum.

Og tá ið fólk seta búgv her, er tað eisini, tí tey halda, at framtíðin er bjørt.

Hetta er kanska tað mest avgerandi – tí tann, sum sær møguleikarnar, hann er við til at skapa teir.

Og tá ið gongdin er, sum hon er, kann eg ikki annað enn svara ja, tá eitt barn á Barnaheiminum spyr, um tað er “stuttligt at bestemma í Føroyum.”

Tað er serliga hugaligt, tá ið tú veitst, at góða gongdin ikki er nøkur sjálvfylgja.

Vit eru mong, sum minnast eina aðra tíð.

Eina tíð, tá ið møguleikarnir vóru fáir og tryggleikin lítil.

***

Næsta ár eru 25 ár síðan tann 6.oktober 1992. Lagnudagin, sum gjørdist ímyndin av djúpu kreppuni í hálvfemsunum.

5000 føroyingar fluttu av landinum, og fjórði hvør var arbeiðsleysur.

Hesi árini arbeiddi eg sjálvur í saltfiskinum á Kósini. Ein dagin steðgaðu allar maskinurnar. 300 fólk vórðu send til hús. Út í óvissuna og ótryggleikan.

Men vit fullu ikki í fátt. Samanhaldið styrknaði. Mótburðurin fekk fólk at virka í felag.

Og vit komu á føtur aftur.

Tað gjørdu vit, tí vit lyftu í felag. Reiðarar, manningar, kommunan, peningastovnar og klaksvíkingar, sum gingu hús úr húsi og savnaðu pening fyri at fáa gongd á virksemið aftur.

Tað snúði seg ikki um einstaklingin. Tað snúði seg um okkum øll. Tað var ikki ein eg-mentan, sum fekk okkum á føtum aftur. Tað var ein vit-mentan.

*****

Tað samanhaldið, sum eg upplivdi kreppuárini, og sum framvegis eyðkennir okkara samfelag, er í dag undir trýsti kring heimin.

Krøvini um at steðga globaliseringini, steðga samhandlinum millum lond og steðga tilflytingini runga í fleiri londum.

Bretar tóku seg úr ES.

Donald Trump vil strika fleiri handilsavtalur.

Og forsetavalið í Fraklandi í vár er ein lagnustund fyri evropeiska samstarvið.

Tað er ov lætt at skíra hetta rákið sum populismu.

Vit mugu taka rákið í álvara og spyrja, hví so mong menniskju í vesturheiminum eru ónøgd.

Eg haldi, at stóri ójavnin er ein høvuðsorsøk til stóru ónøgdina. Gjáirnar breiðkast millum rík og fátæk. Millum stórbýin og útjaðaran. Millum tey, sum vinna av globaliseringini, og tey, sum rinda prísin.

Úrslitið er, at tann savnandi megin viknar, og londini detta sundur.

Ráðaleysar familjur kenna ótryggleikan á egnan kropp, tá ið arbeiðspláss hvørva, og tá ið nýggj, bílig arbeiðsmegi tekur teirra arbeiði.

Fer vøksturin bara til teirra, sum longu hava, elvir tað til eitt mótrák. Sjálvandi.

Tá ið nógv merkja, at teirra møguleikar fækka, verður okkara felagsskapur hóttur, og óttin fær fastatøkur.

Málið um tilflyting klývur eisini nógv lond. Í fleiri førum er integratiónin miseydnað, og nógv kenna seg uttanfyri felagsskapin.

Og óttin veksur, tá ið yvirgangurin rakar fullkomiliga verjuleys fólk eitt stuttligt summarkvøld við strondina í Nice ella eitt hugnaligt vetrarkvøld á einum jólamarknaði í Berlin.

Flóttafólkakreppan setir okkum í Evropa í eina moralska tvístøðu. Vit vilja hjálpa menniskjum í neyð, og samstundis verja og varðveita okkara tryggu og frælsu lond. Henda tvístøðan verður avgerandi fyri evropeiska samstarvið frameftir.

 

***

Óttin og ónøgdin í Evropa eru eisini viðkomandi fyri okkum her heima. Hon fær meg at hugsa um, hvussu vit kunnu varðveita og styrkja okkara ríka og frælsa samfelag.

Samanhald er avgerandi – men eingin sjálvfylgja. Samanhaldið er treytað av viljanum til at geva sítt íkast.

Fánar hesin viljin, fáa vit eitt samfelag, har fólk krevja meira og meira, men vilja lata minni og minni. Øll mugu og skulu gera tað, tey megna. Bæði fyri seg sjálvan og fyri felagsskapin.

»Ger tína skyldu og krev síðan tín rætt«. Hetta er avgerandi.

Í løtuni gongur óvanliga væl í Føroyum. Fleiri eru vorðin nógv ríkari. Tað fegnast vit um, men framburðurin skal ikki metast út frá, hvussu gott tey ríkastu hava tað. Framburðurin skal metast út frá, hvussu tey fátækastu og veikastu hava tað.

Tí eru fleiri grundleggjandi stig tikin til at minka um ójavnan og at basa fátækradøminum.

Tí hava tey lægstløntu fingið skattalætta.

Tí hava tær mest útsettu barnafamiljurnar fingið fíggjarligan styrk.

Tí hava tey við lægstu fyritíðarpensjón fingið ein lætta.

Men vit eru ikki komin á mál enn.

Størsta hóttanin móti komandi ættarliði er skeiva aldurssamansetingin. Og hesa avbjóðing mugu vit loysa.

Tað er okkara skylda, at børnini arva eitt samfelag við minst somu vælferð og somu møguleikum, sum vit sjálvi fingu frá foreldrunum.

Tí hava vit sett fleiri útbúgvingar á stovn og hækkað lestrarstuðulin.

Tí hava vit hækkað barnafrádráttin og longt barnsburðarfarloyvið.

Tí seta vit pening til síðis til komandi ættarlið í nýggja búskapargrunnin.

Og tí verða fleiri nýskipanir settar í verk fyri at framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag.

 

****

Men vit liva í eini tíð, har einstaklingurin ofta er størri enn felagsskapurin.

Vit skulu støðugt stremba eftir onkrum betri enn tí, sum vit hava. Vit skulu áhaldandi menna okkum, seta nýggj mál og finna nýggjar avbjóðingar. Og vit læra at halda, at einasta forðingin fyri míni egnu succés er eg sjálv ella sjálvur. Og miseydnast okkurt – ja, so er tað okkara egna skyld. Vit hava mist evnini at vera nøgd. Nøgd við tað, sum vit hava, og nøgd við tað, sum vit eru.

Talið av børnum og ungum við sálarligum trupulleikum er methøgt. Mong hokna undir tíðarinnar krøvum. Mong kenna seg miseydnað, tá lívið ikki er fullkomið. Men lívið er ongantíð fullkomið. Og úrslitið kann gerast, at fleiri gerast tunglynd og ráðaleys. Ikki tí, at nakað bagir teimum, men tí at tíðarandin sigur teimum, at okkurt er galið. Vit mugu ongantíð gloyma, at lívið eisini er mótburður, vónbrot og sorg.

Tráanin eftir tí fullkomna lívinum kann skjótt gerast okkara óeydna. Vit gloyma, hvat í roynd og veru hevur týdning. Hvør meiningin er. Kanska er neyðugt at gera upp við eina “eg-mentan”, har tað hevur størri týdning, at onnur eru hugtikin av mínum lívi, enn at eg sjálv ella sjálvur havi tað gott.

 

****

Fyri 30 árum síðan kom ein sterk ”vit-mentan” undan í Gøtu, tá 16 menn keyptu eitt nýtt skip. Her byrjaði søgan um reiðaríið Varðan og skipið Trónd í Gøtu.

Skjótt gjørdist greitt, at tað gekk ikki eftir vild. Teir kláraðu ikki at svara hvørjum sítt. Manningin fór niður í løn. Setti enn meira í veð. Og mistu teir skipið, so mistu tey alt.

Men tey høvdu neyðuga áræði. Øll tóku ábyrgd. Øll trúðu upp á tað, og øll hjálptust at.

Í dag er Varðin ein av landsins størstu fyritøkum, sum skapar inntøkur og arbeiðspláss kring landið.

Hetta er ein søga um hugburð. Sami hugburður sæst aftur hjá fleiri føroyskum fyritøkum.

Eitt og hvørt samfelag hevur brúk fyri sterkum einstaklingum. Fólki, sum skara framúr. Fólki, sum ganga óroyndar leiðir. Men uttan felagsskapin dettur samfelagið sundur. Og tað er eingin andsøgn millum at hava sterkar einstaklingar og at hava ein sterkan felagsskap. Tvørturímóti – so treyta hesi bæði hvørt annað.

Men, av honum, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt.

Í teirri løtu, at tey sterku venda felagsskapinum bakið, er hann í vanda.

Tí er neyðugt, at fyritøkur, ið skapa ovurhondsstóran vinning úr okkara tilfeingi, rinda fyri sín framíhjárætt.

Tí er neyðugt, at føroyski fíggjarheimurin heldur aftur og vísir samfelagssinni.

Og tað er sanniliga eisini neyðugt, at vit politikarar vísa varsemi, og at sjálvdrátturin í føroyskum politikki minkar. At einstaki politikarin gevst við at seta seg sjálvan fram um felagsskapin. At seráhugamál ikki vinna á loysnum, sum koma okkum øllum til góðar. Sjálvdrátturin sáar mistreysti. Sjálvdrátturin hóttir felagsskapin.

 

***

Ein sterkur felagsskapur er nógv meira enn almennar skipanir og veitingar.

Í okkara samfelag eru mong, sum gera eitt stórt sjálvboðið hjálpararbeiði. Felagsskapir, samkomur, kirkjulið, sum brúka orku til at hjálpa øðrum.

Og ikki minst sjálvbodnu bjargingarfeløgini, sum í ódnarveðrinum um jólini aftur vístu teirra týdning fyri trygdina hjá okkum øllum. Stóra takk til tykkum øll, sum hjálptu til.

Sjálvboðið arbeiði skal ongantíð gerast ein umbering hjá okkum politikarum, men tað er og verður ein dygd at eiga borgarar, sum vilja seta tíð og pengar av til at hjálpa øðrum. Tað almenna fer ongantíð at loysa allar trupulleikar hjá øllum borgarum.

****

Føroyingar gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði úti í heimi. Eisini í Sýria, har borgarakríggið gerst alt meira ræðuligt.

Kemisk vápn og bumbur. Ofrini eru sum altíð vanlig fólk – menn, kvinnur og børn.

Og heimurin hyggur enn einaferð at í máttloysi.

Eftir seinna veraldarbardaga segði heimurin, at slíkir ræðuleikar skuldu ongantíð henda aftur. Eftir fólkadrápið í Rwanda søgdu vit “ongantíð aftur”. Eftir etnisku útreinskanina í gamla Jugoslavia søgdu vit “ongantíð aftur”. Og nú hendir tað aftur í Sýria. Heimurin er framvegis ikki førur fyri at steðga óndskapinum og harðskapinum, tá hann herjar í sínum myrkasta líki.

Sum heimsborgarar mugu vit eisini taka størri ábyrgd. Vit hava ráð at ganga undan, og hava tí eisini skylduna at gera tað. Tí hava vit hækkað neyðhjálpina munandi.

***

Men her heima er friður og framburður. Tað gongur væl í Føroyum, og vit hava alla orsøk til at vera bjartskygd, nú vit standa á gáttini til 2017. Sterkir einstaklingar og sterki felagsskapurin geva orsøk til bjartskygni.

Men vit eru samstundis eitt viðbrekið fólk. Tað vísir okkara søga. Og kreppurnar komu, tí vit vórðu ábyrgdarleys í góðum tíðum.

Læra vit ikki av mistøkunum í fortíðini, er skjótt at endurtaka tey í framtíðini.

Lat okkum styrkja tað, sum ger, at vit eru millum heimsins fremstu tjóðir.

Lat okkum vísa varsemi, nú tíðirnar eru góðar.

Og lat okkum syrgja fyri, at okkara børn arva eitt samfelag við einari sterkari “vit-mentan”.

Eitt samfelag við sterkum felagsskapi og sterkum einstaklingum.

Gott nýggjár. Gud signi tjóð okkara Føroyar.

 

Aksel V. Johannesen

Løgmaður

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.