Home Fólk & Samfelag Frá Fullveldi til Strámannaveldi

Frá Fullveldi til Strámannaveldi

by OML

Fullveldi er nú niðurgrivið langt undir Tangafjørð og í høvuðsvinnuni skulu frá søguligum rættindum til politiska útreinsan, har øll fiskirættindi skulu leggjast víðopin fyri strámonnum. Sjálvt veðurgudarnir tala nú at.

Húskallar í egnum húsum

Í Føroyum skal eingin hava søgulig rættindi. Øll í fiskivinnuni skulu missa síni rættindi og tey skulu seljast á uppboðssølu.

Eftir ynski frá Høgna Hoydal, hevur samgongan undan jólum samtykt í løgtinginum, at øll skulu sleppa framat at bjóða. So nú er klárt at avreiða føroysku fiskivinnuna.

Í grannalondum okkara hava øll reiðaríðir søgulig rættindi, so fyri tey kundi tað verið gott at fingið eitt sindur meira undir Føroyum. Skipini eru jú útgoldin av vinningi frá søguligu rættindum. Tey verða tí munandi betur fyri at bjóða, gjøgnum strámenn sjálvandi. So lítil ivi er um, at ætlan Høgna er at fara frá søguligum rættindum til politiska útreinsan. Úrslitið verður strámannaveldi har føroyingar gerast húskallar í egnum landi.

Loysingin jarðað

Á hinari síðuni hava Tjóðveldi og Framsókn í Javnaðargleði niðurgrivið fullveldið. Ríkisrættarliga støðan er nú bundin í 2,6 milliardaláni til Eystur- og Sandoyartunnlar. Næstu 30 árini má eingin broyting gerast, ella fellur láni til gjaldingar. Fullveldi er niðurgrivið langt undir Tangafjørð.

Jørgen Niclasen

Tingmaður fyri Fólkaflokkin

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.