LS Mynd 24.fo - ÓML

Tíðin er komin til at fáa neyðugu játtanir til Heilsuverkið. Tað merkir at einar 30 milliónir skullu játtast her og nú

Tað sum læknarnir eiga tilgóða fyri teirra yvirtíð má rindast út nú,  og nú má Landsstýriskvinnan fáa kommunulæknaskipanina at virka aftur.

Meðan Landsstýrisfólk og tingfólk tosa um metgóðar tíðir og rok ár hjá fiskivinnuni, siglur alt heilsuverkið.

Somu tingfólk sum tosa um metgóðar tíðir, vita ikki at okkara høvuðsvinna er steðga upp og eini 2000 fólk eru farin úr flaka- og fiskivinnuni.

Tá man ikki finnur útáv at høvuðsvinnan er um at fara fyri bakka. Hvussu kann man so halda at tingfólk og landsstýrisfólk kunnu skilja at heilsuverkið eisini er við at fara fyri bakka.

Tey liva í eini illusión um at her gognur alt uppá stás, íbúrðartørvin hjá føroyingum kenna tey heldur einki til.

Tað skal anna til enn at sita og tosa um nýskipanir og broytingartíðir – broytingartíðirnar eru komnar av sær sjálvum.

Óli M. Lassen 24.FO

24-fo