Home Tíðindir Á leið sama tal av gistingum í ferðavinnuni í ár sum í fjør

Á leið sama tal av gistingum í ferðavinnuni í ár sum í fjør

by OML

Fyrstu tríggjar ársfjórðingar í ár vóru 139.400 gistingar í ferðavinnuni, tað eru um 700 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 0,5%. Aftan fyri hesi heildartøl liggur ein sera ymisk gongd, lutvíst landafrøðiliga, har gistingarnar vóru 1.600 færri í Suðurstreymi og 2.300 fleiri í Føroyum annars, og lutvíst í gistingarhátti, har gistingarhús høvdu ein vøkstur á 8%, meðan tað var ein minking fyri aðrar gistingarhættir sum íbúð og hús, kamping og ból og bita á eini 20 %.

Her skal havast í huga, at óvanliga stórur vøkstur var í ferðavinnuni í fjørvár í samband við sólarmyrkingina í mars 2015. Eisini skal gerast vart við, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Verður hugt eftir bústaðarlandi, hagani fólkini koma, so er ein góður fjórðingur, 26%, búsitandi í Føroyum. Og tað er eisini higani, at tann stóri vøksturin stavar, sum gott og væl vigar upp móti afturgongdini hjá vitjandi úr øðrum londum.

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gisting tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg, og kann hetta skeikla myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á eini 1.700, frá 54.100 tríggjar fyrstu ársfjórðingar í fjør til 55.800 sama tíðarskeið í ár. Her eru 3.100 fleiri innskrivingar á gistingarhúsum og 1.400 færri fyri hinar gistingarhættirnar.

Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur heilt frá ársbyrjan 2013, tá farið varð undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið. Serliga var stórur vøkstur í mars í fjør í samband við sólarmyrkingina. Fyri summarið og heystið 2016 hevur tó ikki verið nevniverdur vøkstur í skrásettu gistingunum, samanborið við 2015.

Í samband við hagtølini fyri mars í fjør, tá sólarmyrkingin var, skal viðmerkjast, at gistingar við ferðafólka- og hotellskipum ikki eru taldar við, ei heldur nógvar av gistingunum, har ferðafólk leigaðu bústað frá privatum.

 

Tórshavn-Fiskimannafelag2015

 

Flestu gistingar hjá ferðafólki úr Danmark

Verður hugt eftir hvaðani ferðafólkini koma, so eru tær flestu gistingarnar, 33%,  hjá fólki, sum búgva í Danmark. Harnæst eru tað fólk, sum búgva í Føroyum, ið eiga 26% av gistingunum. Síðani eru tað fólk úr øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyum við 20%. So eru fólk úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond við 17%, og at enda er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Amerika, Kyrrahavslond, Asia og Afrika við tilsamans 4%.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey úr Noregi, Týsklandi, Íslandi, Bretlandi og Svøríki.

63% av øllum gistingunum vóru í Suðurstreymi

Tað vóru eisini stórar umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: Eini 1.600 færri í Suðurstreym og 2.300 fleiri uttan fyri Suðurstreym.

Men framvegis eru nógv flestu gistingarnar í Suðurstreymi. Av teimum 139.400 gistingunum tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar 2016 vóru 88.000 í Suðurstreymi, svarandi til 63%, og umleið 51.500 í Føroyum annars, svarandi til 37%.

85% av gistingum í Suðurstreymi í gistingarhúsi – 66% í Føroyum annars

Verður hugt eftir gistingarhátti er stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars. 85% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 66% í Føroyum annars. Bert 9% av gistingunum í Suðurstreymi vóru í íbuð ella húsi, samanborið við 17% fyri Føroyar annars. Enn størri var munurin í kamping, sum bert stóð fyri 4% av gistingunum í Suðurstreymi men 15% í Føroyum annars. Minsta talið av gistingunum var sum ból og biti, einans 2% í Suðurstreymi og 1% í Føroyum annars.

Størsta framgongdin er fyri gistingarhús uttan fyri Suðurstreym

Samanlagt hava gistingarhús 7.900 fleiri gistingar, 2.600 fleiri í Suðurstreymi, svarandi til ein vøkstur á 4%, men heili 5.300 fleiri uttan fyri Suðurstreym, svarandi til 18%. Fyri allar aðrar gistingarhættir er stór minking.

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.