Home Ymiskt Tilfeingi og tilfeingisgjald í søguligum bakspegli

Tilfeingi og tilfeingisgjald í søguligum bakspegli

by OML

Eitt av stórmálunum, sum hetta landsstýri hevur sett sær fyri at fremja, er ein fiskivinnunýskipan, Umráðandi er at fáa so stóra undirtøku á tingi og millum fólk fyri eini slíkari nýskipan sum gjørligt, men tað tykist trupult at finna eitt felags stev ella eitt felags støði at viðgera fiskivinnuna og tilfeingi í síni heild útfrá, Ein gongd leið kundi verið at hyggja at, hvussu tilfeingi og rættindini til tilfeingi hava verið uppfatað søguliga.

Hugsi, at grundarlagið undir norðurlendska vælferðarsamfelagnum er hvørki Marxisma ella Kapitalisma, men siðvenjur og skipanir um rættindi og skyldur í bygdarsamfelagnum, sum hava verið felags fyri norðurlond og tey lond, har norðbúgvar hava sett seg niður so langt aftur, sum til ber at síggja, og sum hava yvirlivað og lagað seg til tekniska framburðin og samfelagsligu, stýrisskipanarligu og átrúnaðarligu broytingarnar upp ígjøgnum øldirnar og útkrystaliserað seg í einfalda prinsippinum um ”Lut og Lunnindi”.

Lutur er føst ogn. Lunnindi er tað, sum livir og rørist uttanum ognina og svymur fella lýtur undir henni. Við øðrum orðum: tað, sum vit høvdu kallað tilfeingi. Sjálvt um lunnindini lógu til lutin, so vóru tey felags fyri alla bygdina. Um t.d. fuglaberg var í onkrum haga í bygdini, høvdu øll bygdarfólkini rætt til at fleyga fugl uttan at spyrja nakran um loyvi, men tað var ikki ókeypis, tey máttu lata ein ávísan prosentpart av veiðuni til hagan í landparti ella í tilfeingisgjaldi sum vit høvdu kalla tað. Landparturin av fuglaveiðu kundi vera rættuliga stórur, heilt upp í 50%. Afturfyri hevði hagin so skyldu til at at fáa til vega og at halda bjargalínur. Ein avbygdarmaður kundi eisini søkja bjørgini, men bert um hann hevði fingið loyvi frá haganum.

Ein kann hugleiða um, hví  tilfeingið ella lunnindini soleiðis vóru staðbundin til eitt bygdarsamfelag. Men ert tú góður við tína heimbygd og fylgir við tí sum livir og rørist rundan um hana, so sært tú, um fuglurin í berginum t.d. er illa fyri eitt tíðarskeið, og lagar veiðina hjá tær eftir tí, tí fuglin vilt tú ikki missa. Soleiðis ber skipanin um lut og lunnindi við sær, at tú røktar náttúruna og livir í samljóði við hana heldur enn ímóti henni. Avbygdarmaðurin har aftur ímóti kennir ikki bergið og er ikki góður við tað á sama hátt; fyri honum ræður bara um at fáa so stóran fong sum gjørligt

Ójavna stríðið ímillum hummaraveiðimenn og alivinnuna bendir á, at alivinnan lættliga kann fáa leiklutin sum óføri avbygdarmaðurin, íð dugir væl at fáa stóran fong í sín part, men ikki gevur sær far um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri vistfrøðiligu skipanina á firðinum annars. Tá røktar hann ikki náttúruna, men seiðpínir hana; tá livir hann ikki í samljóði við náttúrina, men ímóti henni, og hvørjar avleiðingar tað fær sum frá líður, vita vit ikki. Hetta bendir eisini á, at tað vænta ásetingar í alilóggávuni um hvørji rættindi og hvørjar skyldur fylgja við, tá íð ræðisrætturin yvir lunnindum verður fluttur frá bygdarsamfelagnum til tað almenna.

Tað var ymiskt frá landi til land, hvussu langt út á sjógv rættindini til lunnindi rukku. Í Svøríki og í Íslandi t.d. rukku tey heilt út á hav, soleiðis at rættindini til eitt fiskimið lá til tann hagan íð bar kannuna av nærmastu strond. Tí er tað óhugsandi fyri ein íslending, at fiskivinnan kann fara á útlendskar hendur. Hinvegin er tað ikki í samsvari við prinsippið um lut og lunnindi, at íslindingr hava privatiserað ognarrættin til tilfongið, tí lunnindini eru knýtt til bygdarsamfelagið við sínum rættindum og skyldum og ikki tíl einstakar persónar ella vinnufyritøkur.

Bæði Ísland og Noreg eru ung fullveldi og bæði byggja sítt lógarsmíð á sínar fornu lógir, Ísland á Grágás, sum er lógin hjá gamla Altinginum, og Noreg á Norsku lóg, sum er ein samanskriving av lógunum hjá teimum ymisku norsku tingunum. Í Noreg verður oljan t.d. roknað sum lunnindi, íð liggja til norska landgrunnin. Ræðisrætturin til landgrunnin er fluttur frá bygdarsamfelagnum nærmast við oljukelduna til tað almenna, og er at rokna sum ogn hjá norska fólkinum. Oljufeløgini, sum virka á norska landgrunninum, skulu tí lata Norska statinum landpart, íð sum kunnugt fer í Norska oljugrunnin, og skal tryggja vælferðina hjá øllum tí norska fólkinum.

Til samanberingar kunnu vit taka mest væleydnaða oljusjeikadømið í Miðeystri, Dubai. Har finnur tú heimsins hægstu og stásiligastu nýbygningar, og har fáa tey oyðimørkina at blóma, men tað er ikki vanligi borgarin, sum fær gagn av hesum, men milliardingar og heimsstjørnur, vanliga fólkið livir, sum tað altíð hevur livað, og av tí at munurin ímillum yvirstættin og vanliga borgaran ongantíð hevur verið størri enn nú, hevur vanliga fólkið ongantíð verið fátakari enn tað sama.

Hesar hugleiðingarnar eru grundaðar á fyrstu kapitlarnar í bókini: ”Ein føroysk bygd” hjá løgfrøðinginum løgtingsmanninum og landsstýrismanninum Poul Petersen. Undirritaði er hvørki søgufrøðingur, løgfrøðingur ella vistfrøðingur, so ivaleyst hava onkar misskiljingar stungið seg upp ímillum. Gott hevði verið, um onkur, sum kønari er, gav sær stundir at viðmerkja hetta. Annars hugsi eg, at tað hevði verið fruktargott fyri allar partar, um eitt kjak fekst í lag út frá einfalda prinsippinum um Lut og Lunnindi, sum er okkara felags søguliga grundarlag, tá íð talan er um tilfeingi og tilfeingisgjald.

Niels Midjord

Savnsmynd: 24.FO

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.