Home Fólk & SamfelagPolitikkur Føroyar latið inn umsókn um limaskap í norðurlendska samstarvinum

Føroyar latið inn umsókn um limaskap í norðurlendska samstarvinum

by OML

Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hava vegna Føroya landsstýri latið Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum umsókn um limaskap.

Norðurlandaráðið hevur ársfund 1. til 3. november í ár, og málið fer at verða umrøtt á fundinum, og á samstarvsráðharrafundi í hesum sambandi.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum ásett at virka fyri, at Føroyar skulu gerast fullgildigir limir í norðurlendska samstarvinum.

– Norðurlendska samstarvi er eitt týdningarmikil portur út í heim, og Norðurlond eru høgt í metum á altjóða pallinum í mongum viðurskiftum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

– Føroyingar eiga at sita við borðini, har avgerðir, sum viðvíkja Føroyum verða tiknar. Føroyar eru ein norðurlendskt tjóð. Tí er tað sjálvsagt, at Føroyar eiga at hava fulla ávirkan og fullgildigan limaskap í norðurlendska samstarvinum, við teimum rættindum og skyldum hetta inniber.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, ið er norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur í 2016 havt fundir við ráðharrarnar í norðurlandamálum í Danmark, Noregi, Íslandi, Grønlandi og Álandi, har hann hevur greitt frá ynskinum og ætlanunum hjá Føroyum um fullgildigan limaskap í norðurlendska samstarvinum.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.