Nógvar spennandi verkætlanir mynda bý okkara, men tørvurin á liðugtgerð og viðlíkahaldi av vegakervinum krevur meiri pening, og vit vilja seta serstaka játtan avá komandi fíggjarætlan. Tískil verða í alt 6,3 mió. kr. beinleiðis markaðar til viðlíkahald og liðugtgerð av vegakervinum.

Vit vilja uppraðfesta eldraøkið, í samsvari við ætlanina, ið er gjørd saman við brúkarum, avvarandi og starvsfólkum. Tí eru 3 mió. eyka settar av til eldraøkið, ið millum annað skulu nýtast til fleiri starvsfólk, aktivitetstilboð, pysio- og ergoterapi við meira.

Átøk at menna vinnuøkið hjá kommununi verða somuleiðis raðfest, og tí er eisini neyðugi peningurin settur av til endamálið.

Skal ein kommuna halda áfram at vaksa, er neyðugt at skapa góðar fortreytir. Á býráðsfundi í farnu viku, samtykti býráðið eina íløgu í ein nýggjan dagsstovnaskála, ið kann hýsa umleið 30 børnum.

Vit mugu halda áfram at tryggja vøksturin, og tí vilja vit raðfesta eyka pening til rasktur av barnagarðsøkinum, samstundis sum ein barnafrádráttur til børn undir 18 ár kr. 1.000 pr. barn verður givin.

Sólskinssøgan við ung í arbeiði heldur fram. Vit vilja tvífalda játtanina fyri komandi ár, so pláss verða fyri øllum ungum, ið ynskja arbeiðsroyndir hjá kommununi, og har umhvørvistiltøk verða týðandi partur av teirra arbeiðsøki.

Klaksvik er í stórari menning og vit vilja við tryggja, at góða gongdin heldur fram.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Steinbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri

Signhild V. Johannesen

Óluva Klettskarð

Kristian Eli Zachariasen

Jóhann Lützen