Home Heim & Frítíð Regin í smiðjuni í Lítluvík

Regin í smiðjuni í Lítluvík

by OML

Í samband við at listamaðurin Regin Jørgensen hevur málningaframsýning í smiðjuni í Lítluvík frá 6 oktobur skrivar hann hetta á fb.

Nú tað eru farin tvey ár síðan seinast, verður spennandi aftur at sýna fram málningar í Smiðjuni í Lítluvík. Set X í kalendaran hóskvøldið 6. oktobur 2016 kl. 1900, tá framsýningin byrjar. Tey ið ynskja at síggja ávísar málningar – sig mær frá, so taki eg teir við til Føroyar eisini.

Av tí at FB ikki loyvir mær at bjóða øllum FB-vinum, fari eg at heita á tykkum øll at bjóða vinum tykkara við eisini…tá eg kom til J vóru ikki fleiri innbjóðingar eftir…so nógv eru ikki bjóða við enn…jú fleiri jú betri…men sjálvandi, neyðugt er ikki at blíva bjóðaður…ØLL ERU VÆLKOMIN…

Framsýningin í Smiðjuni verður opin soleiðis:
Hóskvøld 6. oktobur: kl. 19:00 Fernisering
Fríggjadag 7. oktobur: kl. 11:00-20:00.
Leygardag 8. oktobur: kl. 11:00-17:00.
Sunnudag 9. oktobur: kl. 11:00-17:00.
Mándag 10. oktobur: kl. 11:00-17:00.
Týsdag 11. oktobur: kl. 11:00-17:00.
Mikudag 12. oktobur kl. 10:00-12:00.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.