Home Tíðindir Innandura spælipláss í Tórshavn

Innandura spælipláss í Tórshavn

by OML

Tórshavn fo skrivar í dag at innandura spælipláss verúr boðið út í dag. Nú vóru Havnamenn fyrr enn klaksvíkingar við onkrum nýggjum.

kelda: torshavn.fo 26. september 2016
Arbeitt hevur leingi verið í kommununi við eini ætlan um innandura spælipláss. Spæliplássið er staðsett í teimum báðum hallunum í Kommunnuskúlanum, sum í løtuni verður umbygdur til lestraríbúðir.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt at bjóða arbeiðið út, og arbeiðið verður boðið út í hesi vikuni.

Grasagarður er sera væl umtóktur og riggar saman við innandura spæliplássinum sera væl til ungdómar, sum nú kunnu spæla og íðka í øllum veðri, eins og alt verður opið fyri barnagørðunum um dagarnar.

Slíkar hallir eru sera vælumtóktar í grannalondunum og mett verður, at karmarnir eru sera góðir í Kommunuskúlanum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.