Home Fólk & Samfelag Danski statskassin fær ágóðan, tá føroyingar keypa talgildar tænastur

Danski statskassin fær ágóðan, tá føroyingar keypa talgildar tænastur

by OML

Føroyingar keypa alsamt fleiri talgildar nettænastur til stroyming av tónleiki og filmum, so sum Netflix, Spotify, Viaplay o.l.. Meirvirðisgjaldið av hesum tænastum fer tó ikki í føroyska landskassan, men í danska statskassan. Orsøkin til hetta er, at 1. januar 2015 komu nýggjar ásetingar um meirvirðisgjald á talgildum tænastum í gildi í ES, sum inniber, at meirvirðisgjald verður roknað eftir brúkaralandinum. Men av tí at Føroyar ikki eru limir í ES, eru Føroyar ikki partur av hesum samstarvi.

Talan er um pening, ið eigur at koma føroyska landskassanum til góðar, tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri javnaðarflokkin, sett danska skattamálaráðharranum, Karsten Lauritzen, fyrispurning um hvussu stóra upphædd talan er um.

Spurningurin er soljóðandi:

Ministeren bedes oplyse det samlede provenu af moms på salg af elektroniske ydelser m.v. (elektroniske ydelser, radio- og tv-spredningstjenester og teleydelser) til forbrugere på Færøerne. Provenuet ønskes angivet dels samlet, dels specificeret på de enkelte ydelser.

Danski skattamálaráðharrin hevur 4 vikur at svara føroyska fólkatingsmanninum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.