Home Fólk & SamfelagPolitikkur Vøksturin í Klaksvík í vanda

Vøksturin í Klaksvík í vanda

by OML

Eg eri aftur á Fólkaflokslistanum, nú býráðsval stundar til.

Klaksvíkin hevur sum flest allar kommunur í landinum verið í vøkstri seinastu árini – bæði íbúgvaratalið og inntøkugrundarlagið hava staðið í vøkstri. Tað hevur verið søguliga lítið avbjóðandi, um vit hugsa í fíggjarligum vendingum. Góðar tíðir og framskygd verka- og vinnulívsfólk mynda framgongdina – og vit gleðast fyri hvørt fet fram á leið. Borgarligi landspolitikkurin, ið hevur verið førdur í undanfarnu samgongu, hevur verið positivur fyri kommunurnar úti um landið.

Tó so, at vøkstur hevur verið, so síggja vit, at Klaksvíkin ikki megnar sama vøkstur í íbúgvaratali, sum tær kommunur, ið vit vanliga samanbera okkum við. Hetta er ein avbjóðing, ið vit eiga at taka í størsta álvara. Ein avbjóðing, ið eigur at verða fest í samstarvsskjalið hjá komandi býráðssetu.

Vit hava í hesi setuni latið fíggjarligir lættar til borgararnar í Klaksvíkar Kommunu. Vit í Fólkaflokkinum hava við konstruktivum vendingum arbeitt miðvíst í býráðnum fyri hesi grundhugsan floksins. Borgarin fremst!

Vit fegnast um allar lættar. Men greitt er, at Klaksvíkar kommuna framvegis eigur at lætta um hjá borgarunum, um vit skulu gerast kappingarfør um fólkið, ið ynskir at búleikast í Føroyum.

Størsta avbjóðingin í komandi býráðssetu er landspolitiski meirilutin, sum í dag smíðar nýggja fiskivinnulóggávu. Hetta lógarsmíð kann fáa álvarsligar fylgir fyri kommununa. Sum fíggjarnevndarlimur í kommununi er tað ræðandi at hugsa sær avleiðingarnar fyri kommunukassan, um nýggja rákið hjá vinstravendu stjørnuni vinnur veg frá skrivaraborðinum og út í veruliga lívið.

Eyðstein Poulsen
Býráðslimur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.