Nýtt Sjálvstýri fer komandi fýra árini at seta hjálp inn í mun til brekið, sum tann einstaki borgarin ber. Aldurin skal framyvir ikki vera ein forðing fyri, at fólk fáa neyðugu hjálpina

Í seinastuni hava vit hoyrt um ung fólk, sum ikki fáa hjálp, tí tey eru ov ung. Somuleiðis síggja vit eldri fólk, sum heldur ikki fáa hjálp, tí tey eru ov gomul.

Hetta fer Nýtt Sjálvstýri komandi fýra árini at bøta um. Fokus fer at verða sett á, at tað at bera brek, eigur ikki at tengjast at aldrinum.

ST sáttmálin fyri fólk, ið bera brek eigur eisini at fevna um fólk omanfyri 67 ár. Somuleiðis eiga fólk undir 67 ár at fáa hjálp, hóast brekið, tey bera, er eitt brek, sum vanliga sæst mest í aldurdóminum.

Fólk gerast nógv eldri í dag enn fyri fáum árum síðani, og tí síggjast eisini sjúkur og brek hjá fólki í øllum aldri, sum vit ikki hava sæð áður. Tí er neyðugt við nýhugsan innan bæði brek- og eldraøkið.

Rúna Sivertsen

Valevni til Klaksvíkar býráð

I okkara heilsuverki siggja vit oftari og oftari, at menniskju koma i ringar livsumstodur, vegna at heilsuverki hevur knytt aldur og sjukur saman. Eitt sera tyduligt skeringspunkt er eftirlonaraldurin. Gerst ein illa sjukur adrenn 67 ara aldur, soleidis at vidkomandi hevur bruk fyri hjalp og/ella røkt dognid runt, so er onki tilbod til vidkomandi vegna at aldurin er ov lagur. Gerst ein hinivegin sjukur eftir eftirlonaraldur, har torvur er a studli til at vidlikahalda sociala livid, so eru eingi tilbod at heinta, ti sjukan, vegna aldurin, verdur rokna sum eitt ellisbrek. Imedan yngri folk faa studul til at hjalpa at forka seg runt i samfelagnum, so er to onki butilbod, um vidkomandi gerst so sjukur, at torvur er a ti. Men er ein farin um eftirlonaraldur, so er eitt nytt buplass nærum einasta tilbod, sama hvor trupuleikin er.

Tad er alneydugt, at vit framyvir fara at hyggja at torvi og ikki at aldri.