Home Fólk & Samfelag Stuttskygni eyðkennir víðari útbygging av fjarhitaskipan

Stuttskygni eyðkennir víðari útbygging av fjarhitaskipan

by OML

Tað gevur á ongan hátt meining at víðariútbyggja fjarhitaskipanina í Tórshavnar kommunu til eisini at fevna um vesturbýin og Argir. Heldur átti Fjarhitafelagið at brúkt sína orku til at fremja ætlanir sínar í eystara og norðeystara parti av býnum, har fjarhitarørleiðingar hava ligið í mong ár, men har stórir býarpartar framvegis ikki eru knýttir í skipanina.

Hóast skjótt 30 ár eru liðin, síðani gongd varð sett á at gera eina fjarhitaskipan í Tórshavnar kommunu, so eru bæði Hvítanes og stórir partar av Hoyvíkini enn ikki vorðin partur av veitingini, hóast leiðingar eru lagdar har fyri mongum árum síðan. Tað gevur tí als onga meining at víðariútbyggja skipanina til eisini at fevna um bæði vesturbýin, Argir og aðrar partar av kommununi.

Bæði Umhvørvisstovan, Landsverk og leiðslan á Glasir hava víst á, at jarðhiti er tann grønasta og upp á sikt bíligasta loysnin til skúlan. Umframt at vera munandi bíligari í rakstri, er lítið og einki CO2-útlat við eini jarðhitaskipan, mótvegis eini fjarhitaskipan, har orkukeldan stavar frá brenning við stórum CO2-útláti.

Ivasom veitingartrygd av fjarhita

Tað er sjálvandi einki atgjørt í at nýta ta orku, sum stavar frá eini brennistøð ella einum streymframleiðandi oljuverki, so leingi hesi eru neyðug fyri eitt samfelag. Trupulleikin fyri fjarhitaskipanina er, at avlopshitin frá Sundsverkinum fer at minka burtur í lítið og einki í framtíðini, so hvørt aðrar orkukeldur fara at vinna meira fram. Somuleiðis fær Brennistøðin á Hjalla ivaleyst minni at brenna í framtíðini, nú globala upphitingin verður tikin í alsamt størri álvara, og størri ljós verður sett á at fáa minka brúkið av innpakningi og øðrum burturkasti, eins og at endurnýtslan fer at vaksa. Hetta merkir uttan iva, at Fjarhitafelagið – fyri at kunna veita nóg nógvan hita til hitanetið í framtíðini – verður noytt at brúka annað enn ókeypis avlopshita fyri at halda vatnið í rørunum nóg heitt.

Havandi í huga, at SEV hevur kunngjørt eina ætlan, sum í 2030 skal gera felagið ført fyri at veita alla sína orku frá varandi orkukeldum – tað eru vatn, vindur og møgulig sjóvarorka – so tykist tað løgið, at orkufelagið umvegis Fjarhitafelagið fer undir at víðariútbyggja fjarhitaorku til kanska at fevna um allan høvuðsstaðin. Á sama hátt kann ein undrast yvir, at kommunan í eini tíð, har endurnýtsla alsamt vindur upp á seg, setir sítt álit á eina brennistøð sum hitaveitara til allan býin.

Føroyskt búmynstur illa egnað til fjarhita

Sambært Umhvørvisstovuni er tapið yvir ein triðing, tá vindorka frá elnetinum verður brúkt beinleiðis til upphiting í einum fjarhitaneti. Samanborið við jarðhita er talan um, at tað skulu framleiðast fimm ferðir so nógv vindorka, um ein bygningur skal hitast við fjarhita ístaðin fyri jarðhita.

Longu sum nú er, verður umleið 90 prosent av spillorkuni frá brennistøðini um veturin nýtt til at hita tey økini í býnum, ið longu eru knýtt í fjarhitaskipanina. Havandi í huga, at tey økini, sum liggja framvið fjarhitaleiðingini, eisini verða knýtt í skipanina, sum natúrligt er, fer brennistøðin á ongan hátt at nøkta komandi tørvin við enn fleiri økjum at veita fjarhita til. Neyðloysnin verður sostatt at hjálpa til við streymi fyri at megna at halda vatnið í fjarhitaveitingini nóg heitt. Ikki serliga framsíggið og enn minni framtíðartryggjað.

Orkutørvurin á Glasir fer væntandi at svara til nýtsluna hjá umleið 60 sethúsum. Sum dømi kann nevnast, at tað umframt randarhúsini millum Gilja, sum eru knýtt í fjarhitaskipanina, liggja umleið 60 hús í økinum, ið ikki eru knýtt í skipanina, hóast fjarhitaleiðingar ligga beint við.

Jarðhiti nærum hundrað prosent grønur

Allar royndir aðrastaðni vísa, at fjarhitin einans er egnaður til upphiting av stórum bygningum,  íbúðarblokkum og randarhúsum við nógvum brúkarum, ella í tættbygdum økjum. Havandi í huga búmynstrið í Føroyum, har tað eru fáir stórir bygningar og luftalsliga langt ímillum húskini, er skipanin rættiliga illa egnað í flestu økjum, tí orkutapið er so stórt.

Sum Føroya størsta byggiverkælan nakrantíð eigur sjálvandi at verða skipað soleiðis fyri, at Glasir verður eitt nýbrot innan føroyskan orkupolitikk, ið kann snarast inn á eina grøna kós.

Sum greitt frá omanfyri, eru fyrimunirnir við jarðhita mótvegis fjarhita ovurhondsstórir, og tí eigur Løgtingið sjálvandi at taka undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um at velja ta grønastu orkuloysnina fyri Glasir.

Fakta

Jarðhiti
·         Nærum onki spill í leiðingum.
·         Støðug, trygg og roynd loysn bæði í Føroyum og uttanlands.
·         Lítið og einki CO-útlát kemur frá fjarhita í mun til jarðhita.
·         Ongar rørleiðingar eru neyðugar – ístaðin verður verandi elnet nýtt.
·         Jarðhiti sampakkar væl til framtíðarætlanirnar hjá SEV við at knýta brúkarar til og frá eftir tørvi.
·         Møguleiki er at gagnnýta spillhita frá køliskipanum saman við jarðhita.
·         Jarðhiti hevur eitt høgt nyttustig (COP), sum ger, at el-orkan, ið verður nýtt til at framleiða somu orku sum fjarhita, er munandi minni. Meginparturin av jarðhitaorkuni verður ístaðin tikin úr umhvørvinum, og sostatt er talan um eina orkufleirfalding.
·         Jarðhiti er ein av teimum orkuskipanum í Føroyum, sum tøkniliga er best kannað. Jarðfeingi og svenska stórfyritøkan Sweco hava gjørt vísindarligar kanningar og mátingar yvir fleiri ár, sum vísa, hvussu væl skipanin virkar.
·         Tey seinastu átta árini eru yvir 200 jarðhitaloysnir settar upp í Føroyujm til sethús og størri byggningar settar upp í Føroyum við góðum úrsliti.
·         Jarðhiti hevur verið nýtt í nógv ár í til dømis Svøríki. Eisini til stórar og orkukrevjandi bygningar
·        Veðurlagið í Føroyum er væl egnað til jarðhita, tí undirgrundin verður sjáldan serliga køld, og skipanin er vard ímóti veðrinum, tí alt er undir jørð ella innandura.
Fjarhiti
·         Keldan og sostatt fortreytin fyri at veita fjarhita er spillorka, sum alsamt fer at minka í framtíðini.
·         Orkuspillið er stórt á veg út til brúkaran – heilt upp í ein triðing.
·         Minni skal brennast í framtíðini, og tí fer orkukeldan til fjarhita alsamt at minka.
·         Fjarhitafelagið bjóðar sær at útbyggja sínar veitingar til nýggj grannaløg, samstundis sum felagið ikki hevur megnað at knýta stórar býarpartar í skipanina, har tað longu liggja fjarhitaleiðingar.
·         Við alsamt at vaksa um fjarhitanetið verður uttan iva neyðugt at framleiða aðra orku inn á netið.
·         Sambært ætlanum hjá SEV, fer 100 prosent av elframleiðsluni longu í 2030 at stava frá varandi orkukeldan, og sostatt fer eingin avlopshiti at koma frá Sundsverkinum, sum er trygdin undir fjarhitaskipanini í tann mun, at brennistøðin ikki megnar at veita nóg nógva spillorku.
·         Tá vindorka frá elnetinum verður brúkt til beinleiðis upphiting í fjarhitaneti, er orkutapið yvir ein triðing.
·         Við fjarhita skal fleri ferðir so nógv orka veitast í mun til eina jarðhitaskipan fyri at framleiða somu orkumongdir.

Tíðindaskriv 31. august 2016 – Demich P/f

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.