Emmanuel Attoh-Micah úr Aalborg sigur, at hetta var ein fantastisk uppliving av føroyskum fótbólti

Millum áskoðararnar á Tórsvølli var 35 ára gamli Emmanuel Attoh-Micah. Hann er úr Gana, men býr í Aalborg, har hann er giftur og hevur búð síðani 1999. Saman við konuni Birgitte hevur hann tvíburarnar Madelaine og Michaela (13 ár) og 10 ára gamla Daniel, sum eisini er við honum í Føroyum.

IMG_7434

Emmanuel var komin til Føroya bara fyri at síggja steypafinaluna – kom fríggjadagin og fór av stað aftur mánadagin.

– Sjálvt um eg ongantíð havi verið her, so havi eg fingið ein serligan tokka til Føroyar og føroyskan fótbólt, at eg vildi sleppa at uppliva Føroyar og ikki minst fótbóltsføroyar, sigur hann, meðan hann stendur inni á Tórsvølli og eygleiðir allan rómin kring steypahandanina.

ki-Emmanuel

Vaksandi ynski um at uppliva Føroyar

Hann greiðir frá, at fyri seks árum síðani kom hann at kenna Ólav Waag Høgnesen, sum veit alt um Føroyar og føroyskan fótbólt.

Ólavur-DanielogEmmanuel

Emmanuel greiðir frá, at hann hevur verið millummaður í einstøkum førum, har leikarar eru komnir til Føroyar, eitt nú Patrick Toh hjá B71, Mohammed Tijani hjá B71, Mark Ruytin hjá Skála, Jesper Fleckner hjá FC Suðuroy og ikki minst David Asare hjá FC Suðuroy.

– Gjøgnum tað, sum Ólavur og hesir leikararnir hjá mær hava fortalt mær, havi fingið  ein vaksandi tokka til Føroyar og havi meira og meira følt tað sum, at hetta landið og hetta fólkið má eg uppliva, sigur Emmanul, ið heldur, at karmarnir kring finaluna vóru ein fantastisk áskoðarauppliving, sigur ganesarin, og greiðir víðari frá:

– Tað var fantastiskt at vera áskoðari, men ikki minst at uppliva áskoðarafjøldina. Vit fóru til Klaksvíkar og sóu eina væl upplagda fjøld ganga í gjøgnum býin og umborð á Smyril, og so fóru vit til Lorvíkar og sóu hýrin á Víkinga-fjøldini uttan fyri bensinstøðina har. Og so at uppliva allan rómin á áskoðarafjøldini á Tórsvølli var rørandi, heldur Emmanuel.

Bergtakandi áskoðaramentan

Emmanuel heldur at tað er bergtakandi, at hesi bæði feløgini kunnu mobilisera so stóran part av íbúgvunum. Men burtursæð frá tí, so er tað, sum áskoðararnir gera er ikki so nógv øðrvísi enn áskoðarar gera í øðrum pørtum av fótbóltsheiminum.

– Tað, sum er tað heilt serliga og sum rørir meg er hetta, at Víkinga-fjepparar og KÍ-fjepparar kunnu sita í somu síðu uttan nakra girðing. Og eg sá ikki ein einasta politist nakra staðni. Og kontrollørarnir, sum aðrastaðni standa við bakinum til dystin og halda eyga við áskoðarafjøldini, ja her standa teir og hyggja eftir dystinum!

– Og tá ið dysturin var liðugur, so vóru øll inni á vøllinum, bæði myrkablá og ljósablá saman. Eg legði merki til, at tey ungu vóru nógv í trunka sum fjepparar, meðan meiri tilkomin viðhaldsfólk frá feløgunum báðum heilsaðust og tosaðu saman. Hugsa tær Brøndby- og FCK-fjepparar ella Randers- og AGF-fjeppar í somu støðu … tað hevði verið óhugsandi, sigur Emmanuel, sum eisini hevur fingið eitt meira persónliga uppliving av, hvussu nógv finalan í dag hevði at siga fyri KÍ.

Hitti KÍ-legendu

Tá ið Emmanuel var í Klaksvík í dag fekk hann høvi at vitja gomlu KÍ-kempuna Páll Sigmund Sørensen. Ganesarin heldur, at tað var áhugavert at møta hesari KÍ-legenduni:

– Hann er ein ótrúliga fyrikomandi og beskeðin maður, og tað stuttliga var, at dóttir hansara, sum er pedagogur, hevur verið í praktikk í Accra (høvuðsstaðnum í Gana), og í apríl skal abbadóttirin, ið gongur á donskum eftirskúla, til Gana.

PállSigmund-Emmanuel2016

Áleyparin við tí harða skotinum, sum í dag er er í dag 71 ára gamal, var partur av tiltikna 66-liðnum.

–  Páll Sigmund blaðaði gjøgnum KÍ-bókina við mær og fortaldi søguna. KÍ var í mong ár eitt meistaralið, men hevur ikki verið nakað serligt steypalið, heldur ikki 66-liðið. Hann fortaldi, at tað eru 10 ár síðani KÍ seinast var í finaluni, men tapti, og tað sama næstseinast, fyri eini fimtan árum síðani, báðu ferðir fyri B36. Vissi eg havi skilt tað rætt, so hevur KÍ – næststørsti býur í landinum – einki vunnið síðani 1999, sigur Emmanuel og sigur at hetta minnir eitt sindur um AGF og Aarhus.

Varin finala, men …

Alt hetta ger, at Emmanuel væl skilir hví KÍ-fjeppararnir vóru so ovurfegnir, tá ið tað var ein veruleiki, at KÍ hevði vunnið steypafinaluna 2016.

– Eg haldi, at hetta var ein jøvn og spennandi steypafinala við fantastiskum stemningi. Fótbóltsliga var tað eitt sindur misjavnt. Sum eg skilji, so eru hesi bæði liðini tey, sum spæla mest ágangandi fótbólt, og tí varð roknað við einari finalu, sum var eyðkend av vinnaravilja. Men longur tað leið út á dystin, so haldi eg tey konsentreraðu seg meira um ikki at tapa, heldur um enn at vinna, heldur Emmanuel, sum heldur, at dysturin eisini løtum vísti eitt støði, sum ger, at man skilir, hví Føroyar fáa góð úrslit í altjóða dystum.

We’ll meet again

Tá ið vit høvdu Emmanuel í telefonini í sunnukvøldið, hevði hann eina uppliving aftrat at greiða frá:

– Í dag hugdi eg eftir Giza Hoyvík og B71, tí Patrick spælir við sandoyingum. Á girðingini hekk ein ítróttarjakki. Meðan vit standa, kemur ein maður, heldur jakkan upp fyri seg, tí sonurin hevði gloymt sín jakka á vøllinum. So tekur hann hondina í jakkalumman, tók eina dýra fartelefon úr lummanum og  segði ‘jú hetta er jakkin hjá soninum’. Eg mundi fingið sjokk: Jakkin hevði ligið har í eitt samdøgur, og sjálvt um nógvur ungdómur venur har og sjálvt um 5.000 fólk høvdu verið á økinum dagin fyri, so lógu bæði jakki og telefon órørd, sigur Emmanuel.

– Nú havi eg verið her í tvey samdøgur, sæð mesta partin av Føroyum norðan fyri Havnina, møtt áhugaverdum fólkum og sæð eina bergtakandi finalu, og kann siga so mikið, at hetta er ikki seinasta  ferðin, at eg eri í Føroyum, sigur Emmanuel at enda, sum ætlar sær til Føroya aftur, tá ið Føroyar spæla ímóti Portugal.