Hetta er ikki eitt úrslit av nøkrum einmansavriki, nei hetta er gjørligt, tí her standa vit saman, leikarar, venjarar, hjálparfólk, leiðsla, nevndarlimir, sponsorar, býráðslimir og ikki minst tit KÍ-fjepparar

– tykkum vil eg her bera eina serliga tøkk fyri, at tit í ár hava sett ein serligan dám á alla føroysku kappingina, soleiðis at KÍ í ár ikki bara er best inni á vøllinum, men eisini kring vøllin, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í heiðursrøðu sínari fyri KÍ-leikarunum og stóru mannfjøldini á vøllinum við Djúpumýru, tá ið steypavinnararnir júst vóru afturkomnir til Klaksvíkar leygarkvøldið.
Heiðursrøða borgarstjórans fyri KÍ á vøllinum við Djúpumýru leygarkvøldið eftir finalusigurin í kappingini um løgmanssteypið:

Gott kvøld!
Hetta er ein løta, sum eg leingi havi glett meg til og havi vónað skuldi koma!
Og tað hevur verið eitt sindur av bíðitíð hjá okkum, tí seinast, menninir hjá KÍ vunnu steypakappingina, var í 1999.

Sum pápar, so synir
Millum leikararnar, sum í dag hava vunnið steypakappingina, eru t.d. Jákup Biskopstø Andreasen, Heðin Klakstein og Niels Pauli Danielsen. Seinast, KÍ vann hesa kappingina, tá spældu pápar teirra við. Tá var Jákup 1 ár, Heðin 7 ár og Niels Pauli 10 ár.
So jú – vit hava bíðað leingi, men somikið størri er gleðin í kvøld ?
Tá KÍ seinast vann steypakappingina, var eg sjálvur bara 17 ára gamal, og tá droymdi eg ikki um, at tað skuldu ganga júst 17 ár afturat, áðrenn KÍ vann hetta steypið aftur, og enn minni droymdi eg um, at eg skuldi standa her sum borgarstjóri.
Hetta vísir bara, hvussu stórur, gleðiligur og søguligur hesin dagurin er.
HJARTALIGA TILLUKKU – KÍ og vit øll.

Hart arbeiði, disciplin og samanhald
At standa her saman við øllum tykkum og saman við tykkum KÍ-leikarum og hjálparfólkum er fantastiskt, bæði fyri okkum persónliga og ikki minst eisini fyri okkum í Norðoyggjum sum lokalsamfelag.
Tað, sum hendi í dag, er eitt sjónligt prógv um, at effo-liðið hjá KÍ er aftur ein vinnari. Aftan fyri hetta fantastiska úrslitið liggur eitt ótrúliga stórt og hart arbeiði hjá ótrúliga nógvum fólkum. Í dag hava tit prógvað, at tað loysir seg at arbeiða hart, tað loysir seg at hava disciplin, og tað loysir seg at standa saman – bæði í mótgongd, og í viðburði.

Eingin lyftir føroyskan fótbólt sum KÍ
Sum eg segði við býráðslimir, sponsorar og KÍ-umboð í dag, so hevur hetta kappingarárið, og ikki minst hesir seinastu dagarnir, veruliga víst, at KÍ er ein sannur risi í føroyskum fótbólti.
Einki annað felag í landinum megnar at lyfta føroyskan fótbólt, sum KÍ ger tað
Einki annað felag megnar sum KÍ at fylla okkara tjóðarleikvøll. Ongantíð fyrr er tað hent, at tvey føroysk feløg hava megnað at savnað eina so stóra mannfjøld til dyst, sum tit gjørdu í dag.
Og tit skuffaðu heldur ongan av okkum – tit kempaðu, tit stóðu saman, og tit góvust ongantíð.
TAKK FYRI, DREINGIR – VIT ERU STOLT AV TYKKUM.

Risin er vaknaður
Í ár – og ikki minst í dag – hava tit gingið á odda í okkara lokalsamfelag og víst í verki, at vilja vit tað nóg nógv, so røkka vit hægstu tindum.
Tit hava prógvað, at tað ber til at røkka stórum málum, tá ið allir avvarðandi partar veruliga seta sær tað fyri og leggja neyðuga orku í.
KÍ – risin í føroyskum fótbólti – er vaknaður til brøgd.
Hetta er ikki eitt úrslit av nøkrum einmansavriki, nei hetta er gjørligt, tí her standa vit saman, leikarar, venjarar, hjálparfólk, leiðsla, nevndarlimir, sponsorar, býráðslimir og ikki minst tit KÍ-fjepparar – tykkum vil eg her bera eina serliga tøkk fyri, at tit í ár hava sett ein serligan dám á alla føroysku kappingina, soleiðis at KÍ í ár ikki bara er best inni á vøllinum, men eisini kring vøllin.
TIT ERU FANTASTISKIR STUÐLAR

Tann besta føðingardagsgávan
Hetta hevur verið ein veldiga góð vika fyri Norðoyggjar og ikki minst fyri KÍ:
Mikudagin í vikuni, 24. august, fylti KÍ 112 ár
Í fyrradagin, 25. august, var 100-ára føðingardagurin hjá John Reid Bjartalíð, sála, sum var formaður í KÍ í heili 31 ár
Í morgin, 28. august, fyllir Norðdepil 150 ár …
Og í dag, leygardagin 27. august, hava tit, KÍ-leikarar, venjarar, leiðsla og hjálparfólk, givið øllum ta bestu føðingardagsgávuna, sum tit kundu, við at vinna løgmanssteypið til Norðoyggjar – Í KVØLD KUNNU VIT SIGA, AT STEYPIÐ ER KOMIÐ HEIM, HER TAÐ HOYRIR HEIMA.
Eg vil hervið sum borgarstjóri – vegna býráðið, vegna okkum øll, sum her eru, og vegna alt okkara lokalsamfelag – bera tykkum eina hjartans tøkk fyri tykkara flotta avrik og úrslit í dag.
Tit kláraðu tað, dreingir!
Tit komu, tit sóu, og tit sigraðu!
HJARTALIGA TILLUKKU.

 

29-08-2016