Home Tíðindir Stór havnaútbyggjan á Eystaru Vág

Stór havnaútbyggjan á Eystaru Vág

by OML

Nú seinnapartin varð sáttmálin um útbygging av Tórshavnar havn undirskrivaður.

Fyrsta atløgusíðan á Eystaru bryggju bleiv tikin í brúk í 1929. Molin fekk ta longdina, hann nú hevur, í 1973. Havnin bleiv víðkað munandi, ferðafólkini fluttu inn móti Buratanga og farmurin flutti út á molan. Hetta arbeiðið var liðugt í 1990. Økið var ov lítið til tann vaksandi ferðsluna, og bleiv molin tí breiðkaður. Hetta arbeiðið varð liðugt í 2000.

Málið um útbygging av Tórshavnar havn er sera gamalt. Men tað var í mai 2013, at býráðið endaliga játtaði pening til forkanningar. Síðan varð gjørd ein stór VVM-kanning – tann fyrsta og einasta av sínum slag í Føroyum – sum síðan varð send til góðkenningar hjá Umhvørvisstovuni.

DHI hevur eisini gjørt kanningar av kyrruni í nýggju havnini, sum vísir at tann nýggja havnin uttan fyri verandi mola kemur at hava somu kyrru sum Eystara bryggja hevur nú. Viðurskiftini innan fyri verandi mola blíva munandi betur.

Í apríl í fjør varð byggiprogrammið samtykt. Eftir viðgerð hjá friðingarmyndugleikunum varð samtykt at minka prosjektið, og í desember í fjør góðkendi yvirfriðinarnevndin ta ætlanina.

Lisitatión var síðan í mars í ár og endaligt loyvi frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum til víðkan av byggisamtyktini varð givið síðst í juni í ár. 4. august samtykti býráðið at fara í gongd við arbeiðið, og í dag var sáttmáli undirskrivaður við J & K Petersen.

Samlaði kostnaðurin verður um 465 mió kr. Lántøkan verður 250 mió – og møguliga verður tikið lán á 50 mió aftrat. Lánið er fíggjað yvir 20 ár. Víddin á samtyktu útbyggingini er 95.000 m2.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði stutta framløgu, har hann legði dent á, at tað er Tórshavnar havn, sum fíggjar hesa í løguna. Hann nevndi, at Tórshavnar fíggjarliga er væl fyri og hevur ongar trupulleikar við at lyfta hesa uppgávuna. Og so endurtók hann, at íløgan onga ávirkan hevur á hvørki skattaprosent ella aðrar íløgur hjá Tórshavnar kommunu.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.