Home VinnutíðindiFiskivinna Hvør er fiskivinnupolitikkurin hjá Høgna Hoydal ?.

Hvør er fiskivinnupolitikkurin hjá Høgna Hoydal ?.

by OML

Tá ið nýggja samgongan tók við, var eg spentur uppá hvussu fiskivinnupolitikkurin kom at verða. Lyftini frá samgonguleiðarunum og serliga frá Fiskimálaráðharranum boðaðu frá, at nú skuldi broyting koma í. Ruddast skuldi upp í óskilinum, nú skuldi umsitast rætt og rættvísi skuldi í hásæti.

Á sumri 2011 hevði eg, sjálvur triði, fatur í Høgna Hoydal á fundi á Gamla Apotekið. Vit vistu um ætlaðu avgerðirnar hjá ”Makrelsamgonguni”, fyri deiling av nýggja tilfeinginum “Makrelinum”. Vit greiddu Høgna frá hvørjar fylgjurnar koma at verða í eigaraviðurskiftunum fyri fiskiflotan, um teir settu ætlaðu avgerðirnar í verk. Høgni lurtaði, men var hvørki til at høgga ella stinga í ”Teir útvaldu skuldu fáa bróðurpartin” og heimaflotin mátti sigla sín egna sjógv – einki skuldu hesir fáa, tí hetta var stuðul ??. Einki var tosa um hvør rættartrygdin var – hvussu søguligu rættindini vóru – hvør hevði rætt til nýggja tilfeingið o.s.fr.. Sum sagt so gjørt og í dag so kann eg staðfesta, at fylgjurnar vóru størri enn vit tríggir ávaraðu Høgna um.

Avgerðirnar sum Makrelsamgongan tók í 2011, mugu metast at verða fundamentið undir fámannaveldinum í fiskivinnuni – har Uppisjóvarflotin og Barentshavs flotin, nú eiga størri og størri part av heimaflotanum. Alt fleiri rættindi savnast á færri og færri hondum.

Í 2011 var ein søguliga góður møguleiki at fáa skilagóða umsiting av øllum tilfeinginum hjá føroyingum – øllum føroyingum at frama, men Makrelsamgongan tók ikki av.

Hevði vænta, at nýggja samgongan fór at verða afturlítandi og eftirmeta tað ið teir fingu á skaftið undir ”Makrelsamgonguni”.

Men nei, nærum tvørturímóti so torir Høgni ikki at nevna hetta við einum orði. Kanska følist tað ov tungt, at skula taka upp eftir sær sjálvum.

Ístaðin hevur Høgni sett eina nevnd til at koma við uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan í heyst. Uppskotið skal byggja á eina marknaðarstýrda skipan (uppboðssølu). Eisini hevur hann, í summar, skipa fyri, at útvaldir kunnu koma við í nakrar uppboðssølur.

Spurningurin er, hvat ætlar Høgni at nýta úrslitið hjá nýskipanarnevndini til ?

Tann fiskivinnupolitikkurin, ið Høgni sjálvur setti út í korti í 2011, gongur jú strúkandi. Teir fáu útvaldu leggja jú alt undir seg. Fyri at lýsa støðuna betur so bleiv hesin fiskivinnupolitikkur staðfestur í skrivið, frá einari nevnd ið var manna av embætisfólkum úr fiskimálaráðnum. Til tann ið hevur áhuga, so kann hetta finnast á www.lms.fo undir almen álit við heitinum “Virðisvøkstur í fiskivinnuni – frágreiðing frá trímannabólki í Fiskimálaráðnum”.

Embætismenninir í Fiskimálaráðnum hava melda út, hvønn politikk, ið teir ynskja, ein spurningur er hvør stýrir í løtuni embætismenninir ella fiskimálaráðharrin?

Seinasta action, ið Høgni mælir til, er ein stóran niðurskurð til partar av heimaflotanum. Serliga partar av heimaflotanum har stóru reiðaríini ikki enn hava fult ræði yvir. Partarnir av heimaflotanum (Størru trolararnir) har stóru reiðaríini eiga ein stóran part, eru ikki raktir av niðurskurðinum.

Hví skal niðurskurðurin gerast ”Tað er fyri at bjarga toska og hýsustovninum undir Føroyum”.

Mær kunnugt verður nærum altíð ført fram at dugnalig og vitug fólk er okkara dýrabarasta tilfeingi. Í fiskivinnuni eru sostatt tvey høvuðs – tilfeingi fiskur og fiskimenn/sjómenn.

Haldi ikki at Høgni er greiður yvir hetta nú hann, nærum í panikk, vil minkar um talið á teimum, ið kunnu og møguliga vilja luttaka á einari evt. komandi uppboðssølu. Kanska er hann vorðin ótolin og heldur, at verandi frágongd av fiskimonnum og miðsavnan av rættindum ikki gongur skjótt nokk.

“Målet helliger alle midler”, verður sagt. Høgni ynskir at fremja niðurskurðin við at bróta við allan fyrisitingarsið í fiskimálaráðnum. Hann vil taka ein stóran niðurskurð fyrst. Síðan skal hann geva bátunum fiskidagar út í tveimum, fyrri partur verður eftir % av fiskidøgum fyri seinasta ár og seinri partur verður % eftir nýtslu av fiskidøgum av felagspulju.

Spurdur um hetta ikki var óheppið, at nýta eitt tilfeldugt ár sum grundarlag, svaraði Høgni “Nei”, hetta var í lagi og at hetta árið, kom at verða grundarlag framyvir.

Hugsaði við mær sjálvum ”Guð forbarmi seg” hvat er hetta fyri ein maður, ið vit hava fingið til fiskimálaráðharra. Nú vil hann innføra arvasyndini til teir ið hava verði fyri óhappi (sjúku, havarí, etc.) ella øðrum seinasta fiskiár.

Havi ofta hugsa um hví tjóðveldisfólk hava givið Formanninum – Høgna Hoydal kelinavnið ”Lítli Messias” ?. Roknaði við, at grundgevingin var, at Høgni kundi metast at verð ein rættvísur maður við hjartagóðum ætlanum.

Eri tó komin til, at kelinavnið nokk er komið av Høgnasa stálvilja til at uppfylla tað sokallaða  Matteus prinsippið  ”Tann ið hevur, hann skal fáa, so at hann hevur í yvirflóð, men tann ið einki hevur, honum skal verða tikið frá – eisini tað í hann hevur”. Við at geva nøkrum fáum útvaldu øll virðismikil rættindi og at lata teir halda fram óskerdar, fyri síðan at taka meira frá teimum, ið vóru við sviði soð, eftir avgerðirnar hjá Makrelsammgonguni í 2011 – soleiðis at teir missa enn meira – má metast at verða heilt eftir Matteus prinsippinum, um tað skal skiljast bókstavliga.

Minnast skal til, at alt hetta er framt við sera ivasomum heimildum og kannan um rættartrygd.

Var Høgni rættvísissøkjandi, so hevði hann arbeitt av øllum alvi við at rætta mistøkini, ið makrelsamgongan gjørdi í 2011.

Eftirtíðin vil so vísa um avgerðirnar hjá Høgna vóru tað besta, ið henda kundi fyri fiskastovnarnar, fiskimenninar og Føroya fólk.

Tað eru avleiðingarnar av avgerðum, ið Høgni saman við Makrelsamgonguni tók í 2011, sum vit liva við í dag og tað verða tær avgerðir, ið Høgni tekur nú í 2016 og 2017, ið koma at mynda framtíðina.

Livst so spyrst

Vh

Meinhard Jacobsen, Msc. Fiskivinnutøkni.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.